Svøríki fer at brúka milliardir uppá anti-dronuskipanir

Svøríki fer at gera íløgur fyri meira enn 3,5 milliardir svenskar krónur, sum svarar til 2,4 milliardir danskar krónur, í anti-dronuskipanir.

Tað skrivaði svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, í morgun í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Peningurin fer til vápn til at skjóta dronur niður, veiðudronur til svenskar flogstøðir og jamming sensorar til bæði hermenn og akfør, stendur í fráboðanini.

– Nýggjari brot á reglarnar har ókendar dronur eru sæddar eru ein áminning um, at hóttanir úr luftini eru ein alsamt størri partur av nútíðarstríðnum. Vit hava brúk fyri at verja okkum ímóti hesum, skrivar Jonson.

Íløgurnar verða frá næsta ári og fram til 2028, skrivar hann.