Taka ov nógv inn og skerja ov nógv

Tað er lætt at fáa eitt avlop á fíggjarlógini, tá tú leggur stórar skatta- og avgjaldsbyrður á lág- og meðalinntøkur og tú fremur sparingar á bæði almanna- og heilsuøkinum heldur Vilhelm Johannessen, limur javnaðarfloksins í fíggjarnevndini

-Tað sær løgið út at budgettera við risaavlopi á fíggjarlógini samtíðis sum lág- og meðalinntøkufólk kæra seg um, at tey knógva undir tungum skatta- og avgjaldsbyrðum. At tað verður budgetterað við so stórum avlopi kann eisini útleggjast sum, at tú tekur tú ov nógvar pengar frá fólki tvs. meiri pengar enn neyðugt er sigur Vilhelm Johannessen, fíggjarnevndarlimur hjá javnaðarflokkinum í eini stuttari viðmerking til fíggjarlógaruppskotið.

Hann sigur víðari, at tað somuleiðis verður spart nógv innan tað almenna, serliga innan sjúkrahúsverkið og heilsurøktina annars. Hetta er eisini galdandi á almannaøkinum, eitt nú innan røktarheim og aðrar ansingarstovnar fyri eldri, t.d. heimarøktina, og er støðan tann sama innan barnaansingina.

-Í mínum eygum hongur tað ikki rættiliga saman, at tú sparir, tá tað snýr seg um tey veiku í samfelagnum, og man tekur ov nógvar pengar inn frá teimum, sum eru í arbeiðslívinum, tvs. teimum, sum hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman - hetta bara fyri at fáa eitt avlop á fíggjarlógina.

Vilhelm Johannessen fer í blaðnum í komandi viku at gera fleiri viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum.