Útbúgva seg til nýggja framtíð

Leygardagin varð settur skjøtil á eitt heilt nýtt kapittul í søguni hjá Studentaskúlanum í Hoydølum. Sjey av mæmingunum í 3. G byrjaðu tá undirvísingina í nýggju lærugreinini ?Oljufrøði?.

Tað eru lærararnir Katrin Thomassen og Heini Eysturoy, sum hava tikið stig til nýggju royndarundirvísingina, sum byggir á jarðfrøði og geografi. Endamálið við nýggju lærugreinini er at geva næmingunum innlit í tey tøkniligu og náttúrubundnu viðurskiftini, sum hava týdning fyri oljuvinnuna. Haraftrat er ætlanin at taka upp meira samfelagsligar spurningar eitt nú, hvørji árin ein komandi oljuvinna hevur á føroyska samfelagið.

Á samkomu í Hoydølum fríggjadagin handaði Ben Arabo frá oljusamtakinum The Faroes Partnership næmingunum ókeypis lærubøkur.

Á samkomuni hevði Mads Winther, rektari eisini nøkur orð til næmingarnar og vísti m.a. á, at hetta er ein roynd uppá tvey ár og tí hava næmingarnir, sum byrja hesa undirvísing eisini stóra ávirkan á, hvussu útbúgvingin fer at laga seg framyvir. Hann vónaði, at næmingarnir tí fóru at hava ein virknan lut í, hvussu útvbúvingin fer at laga seg.

Mads Winther fegnast annars um nýggju lærugreinina og vónar hann, at skúlin við hesum tiltaki er við til at bróta upp úr nýggjum við at seta fokus á nakað, sum hevur støði í føroyska samfelagnum og umhvørvinum.