Tá tosað verður um bygnaðarbroytingar á Landssjúkrahúsinum, nýtist tað ikki at vera um uppskotið hjá Jákup Mørkøre ella onnur uppskot.
Fyri Sjúkrasystrafelagið er bert eitt uppskot galdandi. Tað er uppskotið um bygnaðarbroytingar sum Læknafelagið (FAS) og Sjúkrasystrafelagið (SFF) hava gjørt og skrivað avtalu um at halda.
? Vit gjørdu uppskot fyri Landsstýrið, hvussu bygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skuldi vera. Tí avtaluna halda vit, sigur Joan Ziskason, formaður í Sjúkrasystrafelagnum.
Nú hevur Læknafelagið uppsagt avtaluna, men Sjúkrasystrafelagið heldur fast um upprunaliga uppskotið og avtaluna, og vilja einki annað uppskot góðtaka.
? Hvussu leingi er ráðiligt at bíða?
? Tað er svínarí, at málið hevur tikið so drúgva tíð, serliga tá hugsað verður um at sjúkrahúsleiðarin hevur nýtiligt uppskot, sum báðir partar kunnu liva við, liggjandi.
? Harnæst tekur hetta uppskotið hædd fyri sjúklinginum, at hann fær tí viðgerð og røkt, sum honum tørvar.
? Eg haldi,at Jákup Mørkøre átti at brúkt hetta uppskotið, sigur Joan Ziskason, sum í síni tíð, eftir áheitan frá Almanna og heilsumálastýrinum, fyri Fakfelagið játtaði at líta Jákupi Mørkøre upp í hendur at seta bygnaðarbroytingarnar á Landssjúkrahúsinum í verk.