Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólini verða hildin fyri fyrstu ferð heima í nýggju húsunum.
Tað sigur Turið í Kongsbø.
Hon vísir á, at jólaaftan verður tað dunna við øllum hugsandi tilhoyri, sviskum, súrepli, waldorfsalat, brúnkaðum eplum, vanligum eplum, taffel kips, sós og jólabrúsi.
- Síðan verður tað rísalamande omaná, og bommskálir við enskum karamellun & cadburry.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Eg havi altíð droymt um familju og hús og kundi ikki ynskt mær meira, sigur hon.
Turið í Kongsbø sigur, at hon elskar jólini og alt tað, sum hoyrir jólunum til.
- Eg sleppi at byrja at pynta handilin longu um miðjan oktober. Kundar kunnu hava lyndi til at suffa, men vøran má fram fyri býarskáan.
Hon sigur, at tá hon arbeiðir í handli, merist resið hvønn dag í desember, og tá latið verður aftur hin 23. desember, er hon troytt.
- Tá er gott at fáa frí - ja, helst longri enn bara eitt vikuskifti, sigur hon brosandi.
Hon vísir á, at tá alt kirkjufólkið stendur uppi í kirkjuni, og øll bygdin syngur "Gleðilig jól" - ja, tá merkist jólafriðurin endiliga, sum hon tekur til.
- Mær dámar best siðvenjur - at halda fast við tað, ið er gott. Vit lesa jólaevangeliið, áðrenn dansað verður um jólatræið - og so kemur jólamaðurin við pakkum.
Eftir jóladøgurðan verður tað rísalamande, og onkur fær mandluna og mandlugávuna, sum altíð er eitt ella fleiri borðspøl, sum øll kunnu verða við í.
- Vit plaga at sita til langt út á kvøldið og spæla borðspøl.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
Turið í Kongsbø heldur, at uttan jólini, hevði desember verið ein ógvuliga myrkur og kaldur mánaði.
- Jú, jólini hava stóran týdning - eisini við tí resi, sum nú einaferð er í desember, og Jesusbarnið setir sjálvsagt sín dám á hesa hugnaligu tíð, sigur hon.











