Dagligi leiðarin í Tutl, Kristian Blak, kennir einki til prátið, ið hevur verið millum manna um at landstýrið skal yvirtaka plátufelagið Tutl.
Hann kennir einki til, at Tutl skal tjóðtakast.
- Tað er neyvan nakar, sum hevur áhuga at yvirtaka Tutl. Tað eru ongar samráðingar ella nakað sum helst, annað enn, at tað hevði verið eitt sera gott hugskot við almennum plátufelag. Kanska ikki júst Tutl, men so at møguleki var at geva út á henda hátt, sigur Kristian Blak í viðmerking.
- Men skuldi nakað verið yvirtikið, so skuldi tað verið Tutl, tí vit hava frammanundan givið nógv út, sum ikki kann gevast út, sær ein hyggur eftir tí við peningi fyri eyga, heldur Kristian Blak.
- Um tað eri eg, sum havi sagt nakað, so er tað, at vit kundu uttan trupulleikar klárað hesa uppgávuna, tí vit hava tað, ið krevst. Ongun nýtist at seta eyka fólk til at forlag, ið landið skal eka, sigur Kristian Blak og nevnir, at í flestu grannalondum finnast slík forløg, ið tað almenna rekur.