Ring hagtøl: Átta tap og bert eitt mál móti Kekkia

Kekkia hevur søguliga sæð verið tungt hoyggj hjá føroyska landsliðnum

Savnsmynd frá dystinum móti Kekkia á Tórsvølli, 17. juni í 2023.

Seinnapartin klokkan 17 byrjar HM-undankappingardysturin á Tórsvølli í bólki L millum Føroyar og Kekkia.

 

Kroatia og Kekkia eru fremst í bólkinum við 13 stigum hvør. Føroyar hava níggju stig, Montenegro hevur seks stig, og Gibraltar er aftast við ongum stigi.

 

Kekkia hevur í átta undanfarnum dystum vunnið á Føroyum hvørja ferð. Seinast var tó talan um ein tepran 2-1 sigur, har Gunnar Vatnhamar skoraði einasta málið Føroyar hava skotið móti Kekkia. Tíverri skoraði Patrick Schick sigursmálið til 2-1 bert tveir minuttir aftaná Gunnar javnaði til 1-1. Hetta var í 85. minutti. 

 

Vit hava á tveimum sinnum tapt 0-1, og á trimum sinnum hava vit tapt 0-2 fyri Kekkia. Á einum sinni taptu vit 0-3. Tað var á heimavølli í EM-undankappingardysti á Tórsvølli, 17. juni í 2023. 

 

Bert á einum sinni hava vit havt eitt veruligt skrædl móti Kekkia. Tað var í einum venjingardysti í Olomouc 16. november í 2022. Tá taptu okkara 0-5 fyri Kekkia. 

 

Tað var kortini ógvuliga nær við, at Føroyar fingu stig í EM-undankappingardystinum á Svangaskarði 6. september í 1998. Í øllum mjørkanum var støðan 0-0 til fáir minuttir vóru eftir. Tá lumpaðu kekkar okkara menn við ikki at taka eitt innkast eftir Fair Play forskriftunum. Reglar sum ikki eru lógarfestar, men sum eru moralskt festar. Kekkar søktu tá moralin fyri at fáa øll trý stigini. Tað sveið sera djúpt hjá okkum tá. Vladimír Smicer skoraði óítróttarliga sigursmálið í 87. minutti. 

 

Vónandi fæst eitt søguligt stig móti Kekkia á hesum sinni. 

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Savnsmynd frá dystinum móti Kekkia á Tórsvølli, 17. juni í 2023.