Kappast verður millum annað um bestu lýsingarátøk, filmar innan fleiri ymisk fakøki.
Sev skrivar, at lýsingarátakið The Faroe Islands Space Program er um verkætlanina við sjóvarfalsorku í Vestmanna, sum svenska fyritøkan SKF, Minesto og Sev samstarvaðu um, og sum lýsingarfyritøkan NORD í Stockholm stóð fyri, er tilnevnt í tveimum ymiskum kategorium, og mánakvøldið varð greitt, at átakið hevur vunnið kreativu B2B leyvuna.
Ársins Cannes Lions festivalur verður hildin í suður Fraklandi í døgunum 22. - 26. juni, og átakið The Faroe Islands Space Program hevur sum áður nevnt møguleika at vinna í aðrari kategori eisini. Livst so spyrst.










