Lisbeth L. Petersen, sum til formansvalið á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum stuðlaði løgmanni hevur lítlan hug at gera viðmerkingar, nú fleiri tingfólk ikki vilja taka undir við Edmundi Joensen sum samráðingarleiðara í bankamálinum.
Hon sigur, at tað hevur ikki verið prátað so nógv innanhýsis í Sambandsflokkinum um bankamálið eftir landsfundin.
? Eg veit ikki meira um baknamálið enn tað, sum er frammi í fjølmiðlunum, sigur Lisbeth L. Petersen.
Tað er annars hennara partamaður Bjørn á Heygum, sum er talsmaður fyri løgtingsumboðini, sum eftir fundin við landsstýrið mánadagin komu til ta niðurstøðu, at tey eru samd um kravið mótvegis dønum. Men tey eru ikki samd um, at løgmaður eigur at leiða samráðingarnar.
Løgmaður bakkaði sjálvur út sum samráðingarleiðari, tá hann útskrivaði nýval, er ein av grundgevingunum hjá teimum, ið ikki vilja taka undir við løgmanni.
Lisbeth hevur tó ikki somu trupulleikar at taka undir við Edmundi Joensen um, at hann nú er nóg sterkur at samráðast fyri Føroyar
? Eg haldi vit eiga at viðurkenna, at hann er løgmaður hjá okkum.