in legði dent á orðið IKKI, og tað er einki at ivast í, at fleiri teirra, sum vóru til staðar, fara at minnast tað. Hóast tað ikki fyrr enn nú er alment, at húsið er tikið í brúk, hava fólk búð í tí síðan [...] hósdagin, at tað var hugaligt at síggja, hvussu væl fólkini trívast í hesum frálíka umhvørvinum. ?Vit síggja sjónligan mun, frá tí tey komu higar, til í dag, segði hon. Hon fegnaðist eisini um, at útlit eru [...] eru fyri, at hendan gongdin við bústaðarmøguleikum til sinnisveik fer at halda fram. Talan er um fólk, sum hava búð á psykiatriskari deild á Landssjúkrahúsinum, ið nú eru og fara at flyta eitt nú til Sandavágs
góða og sterka fyrisiting. Løgmaður sigur, at samgongan fer á fíggjarlógin fyri 2005 varskógva, at neyðugt er á fleiri økjum at spara. ?Vit verða øll noydd at taka eitt tak, og tað má miðfyrisitingin eisini [...] blivin størri í vavi. Tað er ikki so svart og hvítt, at uppsagnirnar gera miðfyrisitingini veikari. Búskaparligi veruleikin er, at vit eru noyddir at tátta í á fleiri økjnum, eisini í miðfyrisitingini, [...] Niels Winther, var biðin um at siga sína hugsan um uppsagnirnar í miðfyrisitingini mikudagin. ? Hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini eru ein liður í royndunum hjá ávísum politikarum at føra okkum aftur í 80-ini
ikki dugir at gera boðskapin fatiligan? Ella er trupulleikin kanska tann, at boðskapurin als ikki samsvarar við ta vitan, sum føroyingar frammanundan hava á økinum? Tað hevur stóran týdning, at búskaparráðið [...] komið. Onkrar viðmerkingar hava verið um, at tey sum hava luttikið í kjakinum um ráðstevnuna vóru ikki hjástødd, tá ráðstevnan varð hildin, og at tey tí ikki áttu at luttikið í kjakinum. Men okkara spurningur [...] Norðuratlantsbólkinum á Kristiansborg. Men trupulleikin er, at meðan danir sambært formanninum í búskaparráðnum skilja boðskapin, so er einki sum bendir á, at føroyingar skilja hann, og tað er hóast alt føroyingum
føroyskur pub-eigari royndi at fáa loyvi at innflyta Guinnes-øl í fløskum, sum tó ikki verða endurnýttar, men ístaðin knústar og stoyptar av nýggjum. Men nú er øðrvísi. Íslendingar siga, at talan er um handilstekniska [...] broytast. Orasøkin er, at fríhandilsavtalan við Ísland ikki loyvir hesum. Ella rættari, tí íslendska tulkingin av hesi lóg ikki loyvir hesum! Frá íslendskari síðu verður sagt, at talan er um tekniska h [...] handilsforðing - protektionismu, og at lógin tí ikki samsvarar við fríhandilsavtaluna. Her skal verða frítt hjá íslendskum útflytarum at koma við øli, sodavatni v.m. í teimum íløtum, sum tey halda vera
Hetta kom fram undir rættarmálinum ímóti Zacarias Moussaoui, sum er ákærdur fyri at hava verið við til at leggja atsóknirnar at New York og Washington tann 11. september í 2001 til rættis. Sambært amerikanska [...] illgruna um, at okkurt var í umbúna. Meiri enn 70 ferðir vendi hann sær til sín deildarleiðara á høvuðsskrivstovuni hjá FBI í Washington og greiddi honum frá, at hann hevði illgruna um, at Moussasoui var [...] var limur í al-Qaeda, og at hann ætlaði at ræna eitt flogfar. Harafturat bað agenturin fleiri ferðir um heimild til at kanna ymsar ognarlutir hjá tí handtikna so sum eina teldu, men svarið úr Washington
beint eftir at yvirlýsingin var honum send, og tá ið til bar at sleppa ígjøgnum umvegis telefonina. Undirritaði formaður í Blaðmannafelagið skal vera tann fyrsti at viðganga, at tað var óheppið, at felagið [...] samskiftið millum Blaðmannafelagið og blaðstjóran og støðutakanina hjá felagnum. Eg giti, at Útvarp Føroya dugur at svara fyri seg. Lesarabrævið hjá Eiriki Lindenskov stóð í Sosialinum týsdagin 28.februar [...] beinleiðis skeiv og tað má rættast. Men fyrst og fremst skal staðfestast, at Blaðmannafelagið sjálvt ger av, hvørji mál felagið velur at taka upp - og eingin annar. Blaðmannafelagið er ikki ein almennur myndugleiki
nir fara eftir øllum at døma at gera sær stóra ómak við at ganga ynskjunum frá íslendsku grannunum á møti. Av tí at tað í stóran mun eru tey somu fólkini, sum hava arbeitt við at liberalisera íslendska [...] okkara til hjálpar. Í sambandi við at Ìsland arbeiðir við at fyrieika eitt loyvisumfar til oljuleiting hava íslendskir myndugleikar heitt á føroysku oljufyrisitingina um at fáa fund í lag, har greitt verður [...] ynski um at fáa íslendingar at kunna um teirra royndir á hesum økinum og orkuøkinum sum heild. Soleiðis verður hetta kunning báðar vegir. Føroyska oljufyrisitingini situr nettupp og arbeiðir við at gera uppskot
hann vil heldur ikki avsanna, at persónurin, sum semja er um at velja er Sólja í Ólavsstovu. Hann kannsiga so mikið, at tað er konsensus, tvs. semja er í formansskapinum um at heita á ein ávísan persón, sum [...] Edmund Joensen roknar við, at tingið fer at avgreiða málið um løgtingsins umboðsmann í hesi vikuni. Allir flokkar á tingi eru kunnaðir um, hvønn persón formanskapurin er samdur um at at skjóta upp. Hann hevur [...] Jan Müller jan@sosialurin.fo Løgtingið fer hesa vikuna at velja nýggjan umboðsmann fyri Joen H. Andreassen, sum herfyri boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær, nú fimm ára skeið hansara sum fyrsti l
kanska var tað júst hendan succés-upplivingin, sum skuldi til, fyri at fáa liðið upp aftur. Og tað er eisini vert at hava í huga, at liðið »hevði ráð« til niðurtúrin, tí dystirnir í endaspælinum ikki høvdu [...] skotarmurin enn ikki 100%. Men roknað verður tó við, at hon verður við sunnudagin, kortini. Hartil er eisini sannlíkt, at Birita Wardum kemur heima at hjálpa Neistanum, eins og hon gjørdi tað í steypafinaluni [...] greiður, sum hann var undan steypafinaluni. Partvíst, so prógvaði Neistin í finaludystinum, at tað eisini ber til at vinna á Stjørnuni, tá talan er um týdningarmiklan dyst. Og partvíst, so hevur Stjørnan meira
nin kom, vit hava skyldu til í dag, at reisa hárygg og siga við okkara politikkarar, hvør sær, at teir mugu halda uppat at spæla stórir í ondini, og syrgja fyri at blokkurin kemur aftur í rættlag. Ein [...] veljarar ið skulu ávirka okkara løgtingsumboð, til at skilja tað, at vit hava ongantíð haft so nógv brúk fyfi blokkinum sum nú, og danir eru fegnir við at broyta støðuna aftur til tað betra fyri okkum. [...] Palli Dalsgaard At blokkurin varð skerdur, er størsta mistak, sum er gjørt í føroyskum politikki. At hann eisini varð frystur fastur, so hann ikki hækkar við prístalinum er steinur omaná byrðu. Vit síggja