Hondbóltur
Sunnudagin fyrsta av tveimum - og kanska trimum - FM-finalum í kvinnuhondbólti spæld.
Soleiðis sum gongdin hevur verið hetta árið, er mest sum sjálvsagt, at dysturin stendur millum Neistan og Stjørnuna. Júst somu lið, sum hittust í steypafinaluni fyri góðum mánaði síðani.
Ikki eins greitt
Í mun til ta ferðina, so er favoritt-leikluturin hjá Stjørnuni tó als ikki so greiður, sum hann var undan steypafinaluni.
Partvíst, so prógvaði Neistin í finaludystinum, at tað eisini ber til at vinna á Stjørnuni, tá talan er um týdningarmiklan dyst. Og partvíst, so hevur Stjørnan meira ella minni verið rakt av einum ógvusligum niðurtúri síðani.
Tann niðurtúrurin tóktist tó at enda, tá hálvfinalurnar móti VB vórðu spældar. Við tveimum knúsandi sigrum staðfestu stjørnurnar her, at tær so ruddiliga áttu finaluplássið uppiborið, og kanska var tað júst hendan succés-upplivingin, sum skuldi til, fyri at fáa liðið upp aftur. Og tað er eisini vert at hava í huga, at liðið »hevði ráð« til niðurtúrin, tí dystirnir í endaspælinum ikki høvdu so nógv upp á seg, tá liðið kortini var tryggjað hálvfinalupláss.
Fá ivamál
Úr báðum legunum ljóðar, at so gott sum hvør tann einasta av spælarunum er til reiðar at fara á vøllin sunnudagin.
Einasta ivamálið tykist vera Annika Thomsen hjá Neistanum. Hon fekk ein snudd í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli, og tí er sterki skotarmurin enn ikki 100%. Men roknað verður tó við, at hon verður við sunnudagin, kortini.
Hartil er eisini sannlíkt, at Birita Wardum kemur heima at hjálpa Neistanum, eins og hon gjørdi tað í steypafinaluni. Ta ferðina gjørdi hon góðan mun - serstakliga í verjupartinum - og vónin er sjálvandi, at tað aftur verður støðan hesaferð.
Hjá Stjørnuni verður ikki tosað um nakað ivamál. Allar tær, sum í ár hava verið á liðnum, eru tøkar, og tað verða so eisini tær, sum skulu manna liðið sunnudagin, skilst.