Blokkurin eina ferð enn

Heri Mohr hevur, sum so mangan, áhugaverda grein í bløðunum um dagføring av blokkinum, sum skal vera í ár. Tað er ein stuttleiki at lesa tað hann skrivar, tí maðurin veit hvat hann skrivar um. Vit hoyra dag og dagliga frá teimum, sum hava við tey gomlu at gera, hvussu illa statt er við at fáa pláss fyri teim mongu sum liggja í hjálparloysi

Palli Dalsgaard

At blokkurin varð skerdur, er størsta mistak, sum er gjørt í føroyskum politikki. At hann eisini varð frystur fastur, so hann ikki hækkar við prístalinum er steinur omaná byrðu.
Vit síggja á tølunum Heri Mohr setur upp, at hækk­ingin av blokkinum hesi árini, um hann ikki hevði verið frystur fastur, hevði verið eitt munagott íkast til bygging av eldraøkjum, sum stórur tørvur er á. Vit mugu ikki gloyma, at tað er ikki einans bygging ið skal til, heimini skulu eisini rekast, tað kostar sanniliga pengar. Havi nevnt tað áður, blokkurin er ikki nøk­ur náði­gáva vit fáa úr Danmark. Blokk­urin er ein rættur vit eiga, sum partur av konga­ríkinum vit hoyra til.
Vit sum minnast standin í Føroyum áðrenn fólka­pensjónin kom, vit hava skyldu til í dag, at reisa hárygg og siga við okkara politikkarar, hvør sær, at teir mugu halda uppat at spæla stórir í ondini, og syrgja fyri at blokkurin kemur aftur í rættlag. Ein tómur landskassi er ikki nokk, tað skal meira til.
Tað partamaður mín Kristian Magnussen segði í Útvarpinum í dag, voldi mær sorg at hoyra. Så manga hoved, så manga sind.
Fyri nøkrum døgum síð­an var long grein í bløð­unum, við myndum av for­monnunum í Lands­felag­num hjá pensionistunum og Pensionistafelagnum í Havn, har teir greiddu frá støðuni hjá pensionistunum og hvar rikið var fram undir, at stovna ein politiskan flokk afturat. Tí vildi eingin nytta verið í, um so var at hesin flokkur fekk tvey fólk inn á Ting, høvdu tey lítla ella onga ávirkan haft á sítt endamál. Tað eru vit vanligu veljarar ið skulu ávirka okkara løgtingsumboð, til at skilja tað, at vit hava ongantíð haft so nógv brúk fyfi blokkinum sum nú, og danir eru fegnir við at broyta støðuna aftur til tað betra fyri okkum.