Aftursvar til blaðstjóran á Sosialinum

Heini Gaard
Formaður í Føroya Blaðmannafelag

Hetta aftursvar snýr seg einans um tann partin av lesarabrævinum hjá Eiriki Lindenskov, blaðstjóra í Sosialinum, sum umhandlaði samskiftið millum Blaðmannafelagið og blaðstjóran og støðutakanina hjá felagnum. Eg giti, at Útvarp Føroya dugur at svara fyri seg. Lesarabrævið hjá Eiriki Lindenskov stóð í Sosialinum týsdagin 28.februar.
Endurgevingin hjá Eiriki Lindenskov er beinleiðis skeiv og tað má rættast.
Men fyrst og fremst skal staðfestast, at Blaðmannafelagið sjálvt ger av, hvørji mál felagið velur at taka upp - og eingin annar.
Blaðmannafelagið er ikki ein almennur myndugleiki og hevur tískil heldur ikki hoyringsskyldu. Hóast so fekk Eirikur Lindenskov yvirlýsingina sendandi áðrenn hon var send fjølmiðlum. Roynd var eisini gjørd at fáa orð á Eirik Lindenskov umvegis telefon áðrenn yvirlýsingin var send út, tó uttan eydnu. Eirikur Lindenskov hevur ONGANTÍÐ sett seg í samband við Blaðmannafelagið, sum hann sigur seg hava gjørt. Blaðmannafelagið setti seg HINVEGIN í samband við blaðstjóran, beint eftir at yvirlýsingin var honum send, og tá ið til bar at sleppa ígjøgnum umvegis telefonina.
Undirritaði formaður í Blaðmannafelagið skal vera tann fyrsti at viðganga, at tað var óheppið, at felagið ikki hevði fingið samband við blaðstjóran áðrenn yvirlýsingin var send, og tað vóru hesi boðini, blaðstjórin fekk í telefonini.
Eirikur Lindenskov skrivar "Tá eg so royni at forklára honum, at hann er formaður í mínum fakfelag, so slakar hann kortini og biður um umbering."
Undirritaði og Blaðmannafelagið hevur hvørki slakað ella biðið um umbering fyri innihaldið. Tað er beinleiðis skeivt, tá ið Eirikur Lindenskov skrivar tað. Blaðmannafelagið stendur við hvørjum orði.
Aðrar illgitingar í lesarabrævinum hjá blaðstjóranun á Sosialinum, fari eg ikki at svara. Ein blaðstjóri á odda fyri einari tíðindadeild við dugnaligum journalistum, átti at vita betri.