Oddagrein: Føroysk undirbrotligheit

»Bert lúsin útlendsk er«. Soleiðis verður oftani tikið til her á landi, og fríggjadagin fingu vit enn eitt dømi um, at soleiðis er so mangan

Sokallað emballagulógin - lógin um íløt til øl, mineralveatn og lidnar leskidrykkir - skal nú broytast. Orasøkin er, at fríhandilsavtalan við Ísland ikki loyvir hesum. Ella rættari, tí íslendska tulkingin av hesi lóg ikki loyvir hesum!

Frá íslendskari síðu verður sagt, at talan er um tekniska handilsforðing - protektionismu, og at lógin tí ikki samsvarar við fríhandilsavtaluna. Her skal verða frítt hjá íslendskum útflytarum at koma við øli, sodavatni v.m. í teimum íløtum, sum tey halda vera hóskiligt.

Tað tykist, sum hava bæði innlendismálaráðið og løgmaður fullkomuliga gloymt, at talan er ikki um nakra vinnulóggávu. Talan er um eina umhvørvislóggávu, sum hevur til endamáls at verja umhvørvið á landi og á sjónum.

Soleiðis var í øllum førum, tá danskir útflytarar seinast í 80unum royndu at selja føroyingum juice í blikk-dósum. Eisini hóast handilsmenninir vildu vera við, at talan var um handilsforðing.
Talan var eisini um umhvørvislóggávu, tá føroysk (partvíst íslendsk) handilsketa fyri góðum 10 árum síðani seldi sodavatn í stórum eingangsfløskum. Eisini hóast fyritøkan setti í verk serstaka innsavningarskipan fyri fløskurnar, sum tó ikki kundu endurfyllast.
Og soleiðis var eisini, tá føroyskur pub-eigari royndi at fáa loyvi at innflyta Guinnes-øl í fløskum, sum tó ikki verða endurnýttar, men ístaðin knústar og stoyptar av nýggjum.

Men nú er øðrvísi. Íslendingar siga, at talan er um handilstekniska forðing, og so verða eingi spurnartekin sett. At onkur serskøltur her heima hevur eina øðrvísi fatan av støðuni, verða eingi atlit tikin til. Íslendska orðið er lóg - og harvið verður tað. Men tað er kortini merkisvert, at lóggávan - sum nú brádliga er vinnulóggáva - hoyrir heima í Innlendismálaráðnum. Har plaga tey millum annað at umsita umhvørvismál - ikki vinnumál!