Fáorðaður løgmaður

Løgmaður Jóannes Eidesgaard heldur lítið um útsagnina hjá formanninum í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Niels Winther. ?Hasar viðmerkingarnar eru av slíkum slagi, at eg havi ongan áhuga at gera nakrar viðmerkingar til tær. Málið er alt ov álvarssamt til sleingja við tíllíkum útsagnum, heldur løgmaður.

Vit stevna beinleiðis ímóti óskilinum í 80 árunum. Tað var eingin slingur í valsinum, tá formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Niels Winther, var biðin um at siga sína hugsan um uppsagnirnar í miðfyrisitingini mikudagin.
? Hópuppsagnirnar í miðfyrisitingini eru ein liður í royndunum hjá ávísum politikarum at føra okkum aftur í 80-ini, har tilvild og ábyrgdarloysi ráddi í politisku skipanini, segði ein avgjørdur Niels Winter í Útvarpinum mikukvøldið.
Formaðurin í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum helt, at hópuppsagnirnar vóru ein liður í eini langari røð av hendingum, har politikarnir tilætlað royna ota seg inn á øki, sum umsitingin eigur at taka sær av.

Sterk fyrisiting
Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevur ikki stórvegis viðmerkingar til útsagnirnar hjá formanninum í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum.
?Hasar viðmerkingarnar eru av slíkum slagi, at eg havi ongan áhuga at gera nakrar viðmerkingar til tær. Málið er alt ov álvarssamt til sleingja við tíllíkum útsagnum, heldur løgmaður.

Er umsitingin á veg aftur í 80 árini?
Nei tað er hon ikki.Eg var landsstýrisamaður fyrst í nítiárunum, og tá høvdu vit eina veika og lítla umsiting. Eg vil siga, at vit í dag hava eina sterka og góða miðfyrisiting. Støðan í dag kann als ikki samanberast við áttatiárini.

Kann borgarin kenna seg tryggan við viknaðu fyrisitingini?
Ja avgjørt. Seinnu árini hevur umsitingin ment seg nógv og hon er eisini blivin størri í vavi. Tað er ikki so svart og hvítt, at uppsagnirnar gera miðfyrisitingini veikari. Búskaparligi veruleikin er, at vit eru noyddir at tátta í á fleiri økjnum, eisini í miðfyrisitingini, men vit hava framvegis ein góða og sterka fyrisiting.
Løgmaður sigur, at samgongan fer á fíggjarlógin fyri 2005 varskógva, at neyðugt er á fleiri økjum at spara.
?Vit verða øll noydd at taka eitt tak, og tað má miðfyrisitingin eisini, sigur Løgmaður.