Sólja í Ólavsstovu nýggjur umboðsmaður

Tað verður eftir øllum at døma ein kvinna, sum fer at seta seg í tann týðandi sessin sum løgtingsins umboðsmaður eftir nýggjár. Og kvinnan er løgfrøðingurin Sólja í Ólavsstovu, sum í dag er fulltrúi í Fiskimálaráðnum. Hon hevur drúgvar royndir frá arbeiði sínum í umsitingini í grønlendska heimastýrinum.

Starvssetan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Løgtingið fer hesa vikuna at velja nýggjan umboðsmann fyri Joen H. Andreassen, sum herfyri boðaði frá, at hann fer at leggja frá sær, nú fimm ára skeið hansara sum fyrsti løgtingsins umboðsmaður endar.

Starvið sum løgtingsins umboðsmaður verður ikki lýst leyst. Tað verður leitað eftir einum skikkaðum persóni, og tað er formansskapurin á Føropya Løgtingi, sum ger hetta arbeiðið fyri løgtingið og tekur síðani flokkarnar uppá ráð. Í síðsta enda er tað so løgtingið, sum velur umboðsmannin.

Sosialurin veit frá vælvitandi keldum, at formansskapurin í løgtinginum eftir at hava gjøgnumgingið lista við møguligum evni hevur funnið ein persón til starvið. Hann hevur heitt á Sólju í Ólavsstovu, løgfrøðing um at átaka sær hetta týðandi álitisstarvið. Edmund Joensen, løgtingsformaður vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið í løtuni, men hann vil heldur ikki avsanna, at persónurin, sum semja er um at velja er Sólja í Ólavsstovu. Hann kannsiga so mikið, at tað er konsensus, tvs. semja er í formansskapinum um at heita á ein ávísan persón, sum síðani hevur fingið tilboðið. Sosialurin hevur vent sær til Sólju í Ólavsstovu, sum tó onga viðmerking hevur til málið.

Sólja í Ólavsstovu starvast sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum. Áðrenn tað var hon aðalstjóri í Almannamálaráðnum eitt skifti. Hon hevur annars í mong ár starvast í e umsitingini hjá grønlendska heimastýrinum, eitt skifti sum ovasti embætismaður.

Edmund Joensen roknar við, at tingið fer at avgreiða málið um løgtingsins umboðsmann í hesi vikuni. Allir flokkar á tingi eru kunnaðir um, hvønn persón formanskapurin er samdur um at at skjóta upp. Hann hevur fingið svar frá flestu av flokkunum. Tað er annars løgtingið, sum skal góðkenna umboðsmannin ella í hesum føri umboðskvinnuna.