Føroyingar skilja ikki boðskapin hjá Búskaparráðnum

    

Sambandsflokkurin
Kaj Leo Johannesen
??????????????????
»Danir skilja boðskapin« var ein av yvirskriftunum í Dimmalætting leygardagin 29. mai. Undir hesi yvirskriftini greiddi formaðurin í búskaparráðnum frá tí, sum hann hevði sagt á nógv umtalaðu ráðstevnuni hjá Norðuratlantsbólkinum á Kristiansborg.
Men trupulleikin er, at meðan danir sambært formanninum í búskaparráðnum skilja boðskapin, so er einki sum bendir á, at føroyingar skilja hann, og tað er hóast alt føroyingum, búskaparráðið skal veita ráðgeving.
Hvar liggur so trupulleikin? Eru tað føroyingar, sum ikki skilja ein einklan boðskap, ella er tað búskaparráðið, sum ikki dugir at gera boðskapin fatiligan? Ella er trupulleikin kanska tann, at boðskapurin als ikki samsvarar við ta vitan, sum føroyingar frammanundan hava á økinum?
Tað hevur stóran týdning, at búskaparráðið og føroyskir politikarar samskifta væl sínámillum, men fyri at hetta skal lata seg gera, er neyðugt at báðir partar »senda á sama frekvensi«.
Tað eru nú tvær vikur síðani Sambandsflokkurin spurdi búskaparráðið ein spurning í sambandi við úttalilsini, sum formaðurin í búskaparráðnum hevði í eini tíðindasending hjá Danmarks Radio, sama dag sum nógv umrødda ráðstevnan var á Kristiansborg, men framvegis er einki svar komið.
Onkrar viðmerkingar hava verið um, at tey sum hava luttikið í kjakinum um ráðstevnuna vóru ikki hjástødd, tá ráðstevnan varð hildin, og at tey tí ikki áttu at luttikið í kjakinum. Men okkara spurningur hevur einki við ráðstevnuna at gera. Hann bygdi einans á tað, sum formaðurin í búskaparráðnum segði í viðtalu við Danmarks Radio.
Sum áður sagt, so átekur Sambandsflokkurin sær ongan rætt til at ávirka búskaparráðið politiskt, men flokkurin stendur spyrjandi yvir fyri úttalilsunum, sum formaðurin í búskaparráðnum hevði í Danmarks Radio tann 25. mai, og vil tí enn einaferð spyrja, um búskaparráðið og tess limir veruliga halda, at ein milliard, sum ikki verður brúkt, kemur inn í føroyska samfelagið, og at vit onga nyttu fáa burturúr hesi milliardini áðrenn hon verður send av landinum aftur?