Íslendingar vilja læra av føroysku oljutilgongdini

- og føroyingar av íslendska orkupolitikkinum

Kunning
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Nógvu royndirnar, sum føroyingar hava gjørt sær á oljuøkinum og vitanin, sum fingin er til vega hesi mongu seinastu árini, kunnu nú koma íslendsku grannum okkara til hjálpar. Í sambandi við at Ìsland arbeiðir við at fyrieika eitt loyvisumfar til oljuleiting hava íslendskir myndugleikar heitt á føroysku oljufyrisitingina um at fáa fund í lag, har greitt verður frá tilgongdini í Føroyum undan 1. útbjóðing og fram til dagin í dag. Fundirnir við føroysku myndugleikarnar verða 18. og 19. januar tvs. dagarnar eftir oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum týsdagin komandi og skráin bæði drúgv og fjølbroytt. Føroysku myndugleikarnir fara eftir øllum at døma at gera sær stóra ómak við at ganga ynskjunum frá íslendsku grannunum á møti.

Av tí at tað í stóran mun eru tey somu fólkini, sum hava arbeitt við at liberalisera íslendska elektrisitetsmarknaðin, ið koma henda vegin, hava okkara myndugleikar havt eitt ynski um at fáa íslendingar at kunna um teirra royndir á hesum økinum og orkuøkinum sum heild. Soleiðis verður hetta kunning báðar vegir. Føroyska oljufyrisitingini situr nettupp og arbeiðir við at gera uppskot til orkupolitikk og elveitingarlóg. So sigast kann, at her er talan um eitt kunnandi samstarv, ið gongur báðar vegir og vónandi eisini gagnar tilgongdini í báðum londum.

Ein av íslendingunum, sum verður við til fundirnar í Føroyum, er Petur Ørn Sverrisson. Hann skal eisini hava eina framløgu á Offshore Faroes.

Á kunningardøgunum mikudagin og hósdagin fara m.a. Sigurð í Jákupsstovu, Petur Joensen, Meinhard Eliasen, Jóhan Jacobsen, Regin Hammer, Jóhanna í Ólavstovu, Súsanna Sørensen, Súni Petersen, Maria Dam, Kitty Mai Ellefsen og Heri Ziska at umrøða eina røð av spurningum, sum hava tilknýti til alla ta føroysku oljutilgongdina. Eftir tað fara íslendsk umboð at greiða frá teirra orkupolitikki.