hann. – Men okkurt er kortini, sum vit kunnu fegnast um. Millum annað hava vit sæð, at vit í hinum dystunum hava skapt nógvar kjansir, men ikki fingið mál. Nú skaptu vit ikki serliga nógv, men fingu so eitt [...] bakkast, men vit mugu bara royna at reisast aftur, bæði sálarliga og likamliga. Ein stórur trupulleiki var, at vit dugdu ov illa at halda fast í bóltinum, tá vit høvdu hann, og tí gjørdu vit tingini torfør [...] Løkin og Atli Danielsen hava nú karantenu, men so mugu vit kalla aðrar inn og umskipa liðið, umframt at tað hevði verið gott, um Jóhan Troest Davidsen aftur varð klárur. Vit hava tríggjar dystir eftir í
ímóti fjúrtan av teimum fimtan børnunum, sum higartil eru innskrivað í frískúlan. Vit nevndu stutt í blaðnum í gjár, at frískúlin var byrjaður, og vit kunnu stutt tríva aftur íaftur. Eyðbjørg og Sharon hava [...] teimum tykist best. - Hjá okkum eru børnini í stóran mun við til at leggja undirvísingina til rættis. Vit meta og eftirmeta undirvísingina og leggja so kósina tann vegin, sum vit og børnini halda, at tað gagnar [...] a. Børnini í frískúlanum eru 6, 7 og 8 ára gomul og ganga í tí, sum svarar til fyrsta og annan flokk. Men ætlanin er at taka ein flokk inn um árið soleiðis, at skúlin er komin upp á fullar snúningar eftir
kann hann nú bara staðfesta, at ikki hevur eydnast at røkka hesum málum. - Vit mugu staðfesta, at fíggjarætlanin fyri næsta ár røkkur bara eitt ár fram í tíðina, meðan allar langtíðarætlanir eru burtur. [...] krónur. Inntøkurnar eru mettar til 59 milliónir, meðan útreiðslurnar av rakstrinum verða 41,4 milliónir. Harumframt skal IRF gjalda tilsamans 11,4 milliónir í rentum og avdráttum. Eftir eru 6,2 milliónir, harav [...] Skuldin verður goldin niður, men bara tað, sum vit hava fingið álagt. Fleiri rakstraríløgur eru útsettar, og einki verður lagt upp fyri stóru íløgunum, sum skulu gerast komandi árini, sigur Hilmar Danielsen
eitt nú tingmannalønir, sáttmálan hjá Føroya-Tele, pensiónsspurningin, fullveldismálið o.s.fr. Nógv royna sjálvsagt at fáa partapolitiskan vinning burturúr støðuni. Hesi dúva uppá, at fólk eru stuttmint [...] kreppan elvdi til. Men tann lætta loysnin er sum kunnugt sjáldan tann rætta. Vit mugu og skulu arbeiða við longri ætlanum, og vit skulu nústaðni veruliga til at arbeiða okkum úr kreppuni. Eg ynski at skapa [...] skapa trygg og mennandi lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum, so vit í felag fáa tænt landsins áhugamálum. Her eru áhugamálini hjá landsstýrinum og starvsfólkunum í veruleikanum tey somu. 2.Í
og øll hini. Onkur er komin uppí, hevur fingið so fitt av atkvøðum, at hann ella hon eru við. Hóast tey ikki klára síni egnu viðurskifti ? ikki kunnu brúkast nakrastaðni, ja, so eru tey sloppin upp í part [...] atløgu uppá 5m ella 17m dýpi ella berghol, sum eru so djúp og breið, at alt kann rúmast í holunum. Vit skulu leggja saman við granna- kommununa , nei, vit leggja ikki kommunurnar saman, ? men til endans [...] hennara ein frasøgn (boð) við suðurafrikanskum sporum. Sært tú myndina sæst beinanvegin, at her eru litir, ið eru tengdir at urgróti og oyðimarkarljósi. Ljósabrúnt ljós, sum ber reydligan dám við sær og í støðum
suðri. Nú hevur Tvørábáturin fingið tvey góð úrslit í ár, so tað er eingin ivi um, at vit fara eftir meistaraheitinum. Tað verður sjálvandi ikki lætt, tí har eru fleiri góðar manningar, men vit hava góðar [...] henda sigurin. Fleiri høvdu jú vónað hetta, men eg ivist í, um nakar tordi at vænta tað. Nú er fyrsti sigurin so komin í hús, og vónandi verður ikki so langt til tann næsta, sigur Marner. Stóran týdning fyri [...] Lisberg er heldur ikki í iva um stóra týdningin, sum hesin sigurin kann hava fyri kappróðrarfelagið. - Nú hevur felagið verið í einum aldudali í nøkur ár, og tí hevur ein slíkur sigur ótrúliga nógv at siga
umráðandi beint nú, er at vit koma væl frá byrjan, sigur hann. Hann heldur eisini, at tá Høgni Hoydal nú mælir til at seta eina føroyska og eina danska nevnd, merkir tað, at hann »er komin upp á betri tankar« [...] Politikkur Tað mest áhugaverda, sum forsætisráðharrin segðium Føroyar í setanarrøðuni var, at vit verða drigin upp í stríðið móti altjóða yvirgangi, heldur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður. Tá Jóannes [...] bretska forsætisráðharran, Tony Blair, og lisið røðuna hjá Nyrup, sigur Jóannes Eidesgaard, at teir eru rættiliga líkir í síni støðutakan til tað, sum hent er í seinastuni. Tony Blair var sera avgjørdur
skúlastovuni eru 27 næmingar í 8. a. Tey fara upp á pláss, tá vit koma inn í stovuna, og lærarin Kristina Lützen greiðir teimum frá, hvat nú fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit byrja við [...] við, at Kristina greiðir frá túrinum. - Tað eru fýra liðir í vinarbýarsamstarvinum. Og skúlabarnaferðir er so ein av teimum. Tað eru nú nøkur ár síðani tað byrjaði, og tað hevur verið á hvørjum ári. Tað [...] - Verið nú erligar, gentur!! Hvat við teimum norsku dreingjunum? Tá verður fnisað eitt sindur, men nærri hesum evninum koma vit ikki. Ongin sigur nakað um tað, og eg spyrji heldur ikki. - Vit hava fingið
tykist hava hetta sum sítt fremsta hjartamál. Og sjálvandi er hetta bara fyrsta fetið. Tá øl og vín eru komin í handlarnar - ja, kanska í hvørja grillbarr, fer Framsókn eisini at royna at trýsta brennivín út [...] gøtuhorni og freista. Tey, ið eru bundin at alkoholi, vita hvar tey kunnu finna tað og kunnu eisini fáa onnur at keypa fyri seg. Men tey, ið ikki drekka - til dømis ungdómar - verða sum nú er ikki líka lætt freistað [...] arbeiðsfólk drukku øl mitt í arbeiðstíð, bæði til døgurða, men eisini í pausum. Vit kunnu ikki forbjóða alkoholi, men vit kunnu siga, at hetta er ein serlig vøra, ið einans skal brúkast til serlig høvi
til heilsurøktara kunnu vit upplýsa, at hon er komin ístaðin fyri útbúgvingarnar til sjúkrahjálpara, pleygara, røktarheimsassistent og ítrivsvegleiðara. Hesar útbúgvingar hava vit ikki kunnað fingið í Føroyum [...] heilsurøktaraútbúgving úr Danmørk, starvast nú í almanna- og heilsuverkinum her á landi. Burtur úr rúgvuni av arbeiðsplássum har áðurnevndu fakbólkar starvast, kunnu vit nevna: - somatiskar og psykiatriskar [...] tess at lýsa, hvussu ómetaliga vítt heilsuverkið fevnir fakliga, loyva vit okkum her at endurgeva tvey áhugaverd reglubrot, ið eru tikin burtur úr visjónsætlanini: Heilsuverkið er skipað í primera og sekundera