Vónsvikin venjari

Brian Kerr var alt annað enn nøgdur við føroyska avrikið í fyrra hálvleiki, men læt væl at seinna hálvleiki. – Men vit fingu tríggjar karantenur, so vit mugu umskipa liðið og kalla nýtt fólk inn til heimadystin ímóti Litava mikudagin, segði hann

FÓTBÓLTUR

 

Tað skiltist á øllum brøgdum, at Brian Kerr leygarkvøldið gav ilt av sær í hálvleikinum, eftir at hann í sínum fyrsta útidysti sum landsliðsvenjari hjá Føroyum hevði sæð eitt sera vánaligt avrik á vøllinum í Graz ímóti Eysturríki, sum longu fyrsta korterið hevði lagt seg á odda 2-0.

– Í hálvleikinum hevði eg skift nógvar av spælarunum út, um eg kundi gjørt tað. Men eg segði so við teir, at teir fingu 5-10 minuttir til at bøta um avrikið, og tað haldi eg, at teir gjørdu. Eg var sera vónsvikin eftir fyrra hálvleik, men eg haldi, at menninir spældu við dirvi og ágrýtni í seinna hálvleiki, segði Kerr eftir dystin.

– Vit høvdu stórar trupulleikar ímóti teimum báðum stóru monnunum, teir høvdu har frammi, og yvirhøvur var tað so í fyrra hálvleiki, at okkara spælarar runnu aftaná og vóru við undirlutan á fleiri mótum. Tað sá sanniliga ikki gott út hjá okkum, og eg bað spælararnar fara inn at royna at vinna seinna hálvleik, tí so vóru vit brádliga við aftur. Vit fingu so javnleik í seinna hálvleiki, og tað var gott.

 

Tríggir burturi

Brian Kerr segði seg vóna, at føroyska liðið kundi læra nakað av dystinum í Graz, tí brúk er av álvara fyri seg, at liðið reisist aftur mikudagin, tá tikið verður ímóti Litava á Svangaskarði.

– Sálarliga var hetta eitt bakkast, men vit mugu bara royna at reisast aftur, bæði sálarliga og likamliga. Ein stórur trupulleiki var, at vit dugdu ov illa at halda fast í bóltinum, tá vit høvdu hann, og tí gjørdu vit tingini torfør fyri okkum sjálvar, segði hann.

– Men okkurt er kortini, sum vit kunnu fegnast um. Millum annað hava vit sæð, at vit í hinum dystunum hava skapt nógvar kjansir, men ikki fingið mál. Nú skaptu vit ikki serliga nógv, men fingu so eitt gott mál, og tað gleðast vit um.

Í seinna hálvleiki, tá føroyska spælið var nógv betri, tóktist innsatsurin meira heilhjartaður, og tað vísti seg eisini í nærdystunum. Fýra gul kort vórðu givin, og hóast okkurt teirra ikki var í familju við gult, so merkti tað kortini, at Kerr undan Litava-dystinum noyðist at vera tríggjar av sínum spælarum fyriuttan.

– Bæði Fróði Benjaminsen, Bogi Løkin og Atli Danielsen hava nú karantenu, men so mugu vit kalla aðrar inn og umskipa liðið, umframt at tað hevði verið gott, um Jóhan Troest Davidsen aftur varð klárur. Vit hava tríggjar dystir eftir í hesi kappingini, og er tað nakar annar dystur, har vit hava ein kjans, so er tað mikukvøldið ímóti Litava, segði venjarin.

– Vit hava veruliga brúk fyri, at hvør einstakur spælir væl, fyri at vit skulu fáa nakað burtur úr heildini Hesa ferð spældi hvør einstakur ikki nøktandi, men eg trúgvi hinvegin, at fleiri av spælarunum, sum ikki rukku hæddirnar í kvøld, fara at læra av hesum og geva ein betri innsats mikukvøldið.

 

Brúk fyri stuðli

Dysturin leygarkvøldið var spældur nokk so seint, og hartil fór stórur partur av degnum í gjár til ferðing, so tí væntar Brian Kerr, at fyrireikingarnar til dystin mikudagin ímóti Litava fyri tað mesta fara at fevna um taktiskar venjingar.

– Vit skulu leggja dystin ímóti Eysturríki aftur um okkum, tí realistiskt sæð, so møttu vit einum eysturríkskum liði í viðgongd, eins og feløgini her hava gjørt tað gott í europeisku kappingunum. Maiarhofer er júst komin til Wolverhampton og Janko var ein av bestu málskjúttunum í øllum Europa síðsta kappingarár, segði hann.

– Hartil vita vit, at Eysturríki jú hevur yvir átta milliónir íbúgvar og var nóg stórt til saman við Sveis at hýsa EM-endaspælinum í fjør, meðan vit eru ein lítil tjóð, sum altíð má royna at gagnnýta allar teir møguleikar, vit kunnu fáa.

Brian Kerr nýtti eisini høvi til at takka teimum áskoðarum, sum høvdu leitað sær til Graz at stuðla liðnum og vónaði, at uppbakkingin aftur mikudagin verður stór:

– Tað var veruliga hugaligt at síggja, at nógvir føroyingar vóru komnir higar at stuðla liðnum, og sjálvt ímóti endanum av dystinum hoyrdust teir. Tí vóna vit sjálvandi, at tá vit mikukvøldið á Svangaskarði taka ímóti Litava, verða tað nógv, ið vilja koma at stuðla okkum og hjálpa okkum til eitt gott úrslit.