Talgilding verður ein av stóru raðfestingunum hjá landsstýrinum komandi árini.
Í ólavsøkufrágreiðingini verður víst á, at talgildar loysnir skulu gera gerandisdagin lættari hjá bæði borgarum, fyritøkum og almennum myndugleikum. Málið er, at fleiri tænastur kunnu avgreiðast skjótari og einfaldari á netinum.
Landsstýrið vísir á, at nógv arbeiði longu er gjørt á økinum, men at framvegis eru fleiri skipanir, sum kunnu samansjóðast og mennast.
Samstundis skal dentur leggjast á KT-trygd og verju av persónsupplýsingum, soleiðis at álitið á talgildu tænasturnar verður varðveitt.
Talgildingin skal eisini gera tað lættari hjá vinnuni at samskifta við almennu fyrisitingina og minka um pappírsarbeiðið.
Landsstýrið metir, at ein meira talgild fyrisiting bæði sparir tíð og gevur betri tænastur.










