8. flokkur á ferð í Norrkøping

8. a í skúlanum við Ósánna var í døgunum 15. til 19. september í Norrkøping saman við umleið 150 øðrum næmingum í sama aldursbólki. Hetta er liður í samstarvinum millum Klaksvík og vinarbýirnar

Inni í skúlastovuni eru 27 næmingar í 8. a. Tey fara upp á pláss, tá vit koma inn í stovuna, og lærarin Kristina Lützen greiðir teimum frá, hvat nú fer at henda, og hví Sosialurin er komin at vitja. Vit byrja við, at Kristina greiðir frá túrinum.
- Tað eru fýra liðir í vinarbýarsamstarvinum. Og skúlabarnaferðir er so ein av teimum. Tað eru nú nøkur ár síðani tað byrjaði, og tað hevur verið á hvørjum ári. Tað sleppur ein áttandi flokkur avstað, og skúlarnir báðir í Klaksvík hava so skifts um at sent ein flokk avstað.
Vanliga verður tað kastað lut millum áttanda flokkarnar á einum skúla, um hvør av teimum skal sleppa avstað, men tað var ikki neyðugt í hesum førinum. Tí tað er bert tann eini áttandi flokkurin í Ósáskúlanum hetta skúlaárið. So tey vistu tíðliga, at tað fór at verða tey, sum sluppu hesa ferðina, tá tað einaferð kom so langt.
Kristina Lützen er flokslærari hjá 8. a. Hon sigur, at tey av tí sama byrjaðu at savna pengar inn longu í sætta flokki, tí tey vistu, at tey skuldu avstað.
- Men tann almenna innbjóðingin kom so ikki fyrr enn í vár, men tá høvdu vit vitað tað longi, sigur hon.
Kristina hevur verið á einum tílíkum túri einaferð áður. Tað var í 2000 í Íslandi. Men tá vóru tey so óheppin í veðrinum. Tað var rættiligt illveður ta ferðina, og tey vóru tá so óheppin at koma út fyri einum óhugnaligum óhappi við bussinum. Men tað var tó ikki álvarsligt, tá avtornaði, men skelkurin situr framvegis í. So Kristina stúrdi eitt sindur fyri at fara einaferð afturat.
- Vit fara jú við nógvum børnum, og ábyrgdin er stór. Men tað var onki at stúra fyri. Børnini vóru fyrimyndarlig, og veðrið var skiftandi, men gott kortini. So tað var eitt sera positivt upplivilsi fyri okkum øll, og vit hava onki óhugnaligt at minnast túrin fyri, sigur Kristina.
Langir dagar
Alt var væl tilrættislagt á túrinum, og børnini vóru upptikin av onkrum allatíðina. Dagurin byrjaði klokkan átta á morgni, og tey vitjaðu nógv ymisk forvitnislig støð. Um kvøldið vóru so eisini ymisk tiltøk á skránni. So ofta endaði dagurin ikki, fyrr enn klokkan leið út móti ellivu á kvøldi. Og tá vóru øll so troytt av degnum, at tað gekk ikki long tíð, so var friður.
Kristina Lützen sigur, at onkur hevði hug at fílast á, at dagarnir vóru so fastlæstir, tí tað vóru ikki stundir til nógv annað ella bert at hava eina fríløtu. Men tað søgdu fyrireikararnir, at teir høvdu gjørt við vilja. Dagarnir skuldu verða fullir í aktiviteti, og ongin tíð skuldi vera til yvirs, so nakar fór at keða seg.
- Tað er altíð gott, tá børn eru aktiv og hava nógv um at vera. Men tað var kanska eitt sindur ov nógv av tí góða til tíðir fyri tey, sigur Kristina.
Tað næsta kvøldið tey vóru har, var skipað fyri einum hugnakvøldi, har tey sýndu ymiskt fram og greiddu frá sínum heimstaði.
Føroysku næmingarnir høvdu gjørt ein sang, sum tey so framførdu í kóri. Eisini høvdu tey lært seg Sigmunds kvæði yngra og fóru so upp á gólv.
Kristina sigur, at henda framførslan eydnaðist avbera væl, og hini lótu væl at.
Føroyingarnir vóru tey einastu, sum høvdu veruligar framførslur, meðan hini meira stóðu still uppi og greiddu frá. Men hetta kvøldið eydnaðist væl og var sera áhugavert.
Eina dagin var ítróttardagur, har tey royndu ymiskt, sum tey ikki høvdu roynt áður.
- Tað heilt stóra á hesum ítróttardegnum var ein rennistrongur, greiðir Kristina frá. Tað dámdi teimum avbera væl.
Eisini vitjaðu tey eina djórapark, nakrar skúlar í Norrkøping og so vóru tey í Mentunarhúsinum og lurtaðu eftir einum symfoniorkestri, sum vandi Gandafloytuna hjá Mozart.
- Men tað vóru tey ikki so fegin um, sigur Kristina og smílist við.
Tey sluppu eisini eina ferð út um skergarðarnar, og tað var ein sera áhugaverdur túrur.
Ongin fótbóltur
Næmingarnir byrja nú so smátt at blanda seg upp í prátið hjá okkum, og tey greiða frá, hvat teimum dámdi best ella ikki.
Dreingirnir eru allir á einum máli um, at ítróttardagurin stinkaði.
- Tað var ongin fótbóltur, so tað var onki stuttligt, siga fleiri við ein munn. Men so leggja teir afturat, at teimum dámdi væl at royna okkurt annaðleiðis og at rennistrongurin var stuttligur at royna.
Genturnar nevna ymiskt, sum teimum dámdi væl, til dømis djóragarðin, rennistrongin og ikki at gloyma at ganga í handlarnar og keypa.
Nógv tos er í skúlastovuni hesa løtuna, og ilt er at fáa alt við, sum tey siga, men so sigur lærarindan skemtandi við genturnar:
- Verið nú erligar, gentur!! Hvat við teimum norsku dreingjunum?
Tá verður fnisað eitt sindur, men nærri hesum evninum koma vit ikki. Ongin sigur nakað um tað, og eg spyrji heldur ikki.
- Vit hava fingið nógvar góðar vinir, tað er púra vist, sigur ein genta avgjørd á málinum.
- Vit hildu mest saman við teimum norsku og svensku næmingunum. Tað var sera torført at tosa við finnarnar, tí tey tosaðu enskt allatíðina. Ikki tí, vit duga enskt, men tað er lættari at tosa norðurlendskt, tí tá skilja øll teg, meðan tú tosar.
Næmingarnir eru øll á einum máli um, at tey hava upplivað eina rúgvu, og at túrurin var sera góður, men bara alt ov stuttur.
- Vit høvdu viljað sloppið avstað aftur, siga tey øll.
- Ja, og tá skulu ongir lærarar við, leggur ein næmingur skemtandi afturat.
Síðani tey komu aftur av túrinum hava tey eftirmett og ætlanin er at hava eitt foreldrakvøld eisini. Harafturat fara tey eisini at fáa eina Svøríkismappu við myndum og øðrum til minnis um henda túrin.