Interkommunali Renovatiónsfelagsskapurin IRF hevur tungan róður. Fríggjadagin eydnaðist tað loksins nevndini í felagnum at fáa fíggjarætlanina fyri næsta ár samtykta, á triðja eykaaðalfundi.
Úrslitið er, at tær 11,6 millliónirnar, sum IRF metir seg hava tørv á til vanligar íløgur næsta ár, eru tøðnaðar niður í 6 milliónir krónur. Skerjingin á íløgusíðuni er neyðug, um sleppast skal undan reyðum tølum í roknskapinum hjá IRF fyri næsta ár. Fíggjarætlanin hjá IRF fyri 2003 vísir eitt yvirskot uppá 200.000 krónur. Inntøkurnar eru mettar til 59 milliónir, meðan útreiðslurnar av rakstrinum verða 41,4 milliónir. Harumframt skal IRF gjalda tilsamans 11,4 milliónir í rentum og avdráttum. Eftir eru 6,2 milliónir, harav tær 6 milliónirnar skulu nýtast til mest átrokandi íløgurnar hjá felagsskapinum. Mest átrokandi íløgurnar eru m.a. at skifta nakrar av elstu og vánaligastu bingjunum út, at halda bingjuplássini við líka, og eisini skal onkur av elstu ruskbilunum hjá IRF skiftast út. Men aðrar íløgur mugu fyribils bíða.
Hilmar Danielsen, nevndarformaður í IRF, sigur, at fíggjarætlanin fyri næsta ár er skorin inn á bein. Hann vísir á, at á fyrsta aðalfundi, sum varð hildin í vár, bleiv roynt at leggja upp fyri teimum stóru íløgunum, sum IRF skal gera næstu árini. Tá varð eisini miðað ímóti at gjalda verandi skuld niður skjótari enn ætlað, fyri á tann hátt at styrkjað fíggjarligu støðuna hjá felagssakpinum. Men eftir triðja eykaaðalfund kann hann nú bara staðfesta, at ikki hevur eydnast at røkka hesum málum.
- Vit mugu staðfesta, at fíggjarætlanin fyri næsta ár røkkur bara eitt ár fram í tíðina, meðan allar langtíðarætlanir eru burtur. Skuldin verður goldin niður, men bara tað, sum vit hava fingið álagt. Fleiri rakstraríløgur eru útsettar, og einki verður lagt upp fyri stóru íløgunum, sum skulu gerast komandi árini, sigur Hilmar Danielsen.
Og íløgurnar, sum IRF skal gera næstu árini, eru stórar. Í seinasta lagi í 2005 skal ein nýggj, fullfíggjað roykreinsingarskipan vera komin at virka á brennistøðini á Hagaleiti í Leirvík. Henda skipan, sum er eitt umhvørviskrav til støðina, fer at kosta IRF umleið 35 milliónir krónur. Sjálvur ovnurin, sum brennir ruskið hjá IRF, er gamal, og skal skiftast í seinasta lagi um átta ár. Íløgan at skifta ovnin á brennistøðini í Leirvík, er mett til millum 90 og 110 milliónir krónur. Hesar íløgur, sum tá avtornar lættliga kunnu koma at kosta IRF 150 milliónir næstu átta árini, skulu gerast afturat teimum vanligu íløgunum, sum IRF noyðist at gera á hvørjum ári fyri at røkja sína uppgávu. Hilmar Danielsen vísir á, at umhvørviskrøvini gerast strangari alla tíðina, og við teimum eisini fíggjarligu krøvini til IRF.
- Næsta ár noyðast vit at koyra við lágum blussi, og fleiri íløgur, sum av røttum áttu at verið gjørdar næsta ár, mugu tískil bíða. Hetta ber til eitt ár, men í longdini er henda gongd als ikki nøktandi, tí íløgutørvurin og harvið trupulleikin gerst bara størri fyri hvørt ár, sum gongur, vísir Hilmar Danielsen á. Hann leggur afturat, at hendir ikki okkurt í seinasta lagi næsta ár, so kemur IRF í álvarsamar trupulleikar, tá stóru íløgurnar í brennistøðina í Leirvík skulu gerast.
Nevndarformaðurin vísir á, at samlaða skuldin í IRF er í dag umleið 90 milliónir krónur, og tað er tyngjandi fyri roknskapin hjá felagsskapinum. Sum fíggjarliga støðan hjá IRF er í løtuni, megnar felagsskapurin bara so dánt at gjalda niður skuldina eftir verandi avtalu.
Húsarhaldini sleppa undan sparingum
Nevndarformaðurin í IRF sigur, at skerda fíggjarætlanin hjá Interkommunala Renovatiónsfelagsskapinum næsta ár fer ikki at merkjast hjá vanliga húsarhaldinum.
- Vit meta, at fremsta uppgávan hjá IRF er at heinta ruskið frá húsarhaldum, og tí verða ongar sparingar framdar á hesum øki, sigur Hilmar Danielsen.
Umframt at fleiri íløgur eru útsettar, so verða tað serliga virkini, umframt tey sum nýta bingjuplássini, sum fara at merkja sparingarnar. Eitt nú verður tað truplari hjá virkjum og fyritøkum at sleppa av við sítt burturkast, tí minni orka verður hjá IRF at veita hesa tænastu. Eisini kann væntast, at longri tíð fer at ganga í millum, at bingjuplássini kring landið verða tømd.