Frískúli – eitt øðrvísi tilboð

Í staðin fyri at seta børnini á hvør sín stól við hvør sítt borð, skipa teir tríggir lærararnir í staðin fyri einari interaktivari undirvísing í frískúlanum á Velbastað

Tær hava arbeitt við at seta á stovn ein frískúla í Tórshavnar Kommunu í eina tíð, og í gjár upprann dagurin, sum Eyðbjørg Dalsgaard og Sharon Weiss – saman við mongum foreldrum – hava droymt um. Tá gjørdist dreymurin nevniliga til veruleika.

Tá tóku tær báðar, saman við Kára Sverrisson, sum eisini arbeiðir á skúlanum sum ein blanding av praktikanti og meðarbeiðara, ímóti fjúrtan av teimum fimtan børnunum, sum higartil eru innskrivað í frískúlan.

Vit nevndu stutt í blaðnum í gjár, at frískúlin var byrjaður, og vit kunnu stutt tríva aftur íaftur.

Eyðbjørg og Sharon hava leingi arbeitt við tankanum um ein frískúla, fyri Sharon’sa viðkomandi snýr tað seg um eini tjúgu ár. Longu tá hon var lærari í Nólsoy fyrst í 90-árunum skipaði hon fyri øðrvísi undirvísing. Burtur vóru stólar og borð, og í staðin sótu børnini á einum teppi á gólvinum í ein runding. Á tann tánn komu børnini hvørjum øðrum nógv meiri við, samstundis sum tey vóru munandi aktivari í undirvísingini.

Hetta er í stóran mun undirvísingarhátturin, sum nýttur verður í frískúlanum á Velbastað. Inni í stóru skúlastovuni standa gamaní nøkur borð, men tá undirvísingin ikki gongur fyri seg í samlaðum hópi, eru innrættað klivakend borð, har næmingurin er fyri seg sjálvan, samstundis sum hann kortini er saman við restini av flokkinum.

Sharon greiddi í blaðnum í gjár frá, at tær høvdu lagt stóran dent á at finna røttu hølini, og einasta stað, ið leyk øll krøv bæði innan og uttan, var gamli barnagarðurin á Velbastað. Meginparturin av summarfrítíðini er so nýttur at broyta og seta hølini í stand so tey vórðu klár, nú skúlin byrjaði í gjár.

 

Børnini við

Tey foreldur, sum hava valt at innskriva síni børn í frískúlan, gera tað av tveimum orsøkum. Fyri tað fyrsta meta tey, at hetta er til fyrimuns fyri børnini, og fyri tað næsta kenna tey, at tey í nógv størri mun eru við til at ávirka undirvísingina, í mun til í fólkaskúlanum.

Tær báðar, Eyðbjørg og Sharon, hava higartil havt sítt yrki innan júst fólkaskúlan, og tær meta báðar, at undirvísingin kann skipast munandi betri í einum frískúla.

Sum nevnt hevur Sharon Weiss í útvið 20 ár toygt karmarnar innan fóllkaskúlan, tá tað kemur til undirvísingarhátt, men í frískúlanum kunnu tey skipa undirvísingina júst so, sum teimum tykist best.

- Hjá okkum eru børnini í stóran mun við til at leggja undirvísingina til rættis. Vit meta og eftirmeta undirvísingina og leggja so kósina tann vegin, sum vit og børnini halda, at tað gagnar børnunum mest. Og so hvørt sum børnini eldast og mennast, størri ávirkan fáa tey, sigur Sharon Weiss.

Eitt annað, sum er øðrvísi við frískúlanum í mun til vanliga fólkaskúlan er, at tey leggja stóran dent á at undirvísa úti í náttúruni. Tí var tað eisini ein av treytunum, at uttanumhvørvið skuldi vera í lagi, og at hølini skuldu liggja nærhendis haga og náttúru.

 

Vaksa og mennnast

Stórur dentur verður lagdur á, at hendan skúlaskipanin krevur tíð til næmingarnar. Børnini skulu í stóran mun sjálvi ogna sær vitan, sjálvi uppliva »aha-løturnar«. Hetta er ein av grundtankunum aftan fyri interaktivu undirvísingina.

Børnini í frískúlanum eru 6, 7 og 8 ára gomul og ganga í tí, sum svarar til fyrsta og annan flokk. Men ætlanin er at taka ein flokk inn um árið soleiðis, at skúlin er komin upp á fullar snúningar eftir sjey árum.

Hetta merkir samstundis, at verandi hølisviðurskifti bert eru fyribils, og í mesta lagi kunnu nýtast í tvey ár.

Flokkarnir eru ásettir at vera í mesta lagi 20 næmingar, og sjálvt um hesin fyrsti flokkurin enn hevur pláss fyri fimm næmingum aftrat, er fullteknað nøkur ár fram.

Og sigast má, at hvørjum næmingi verður veittur størri ansur enn í fólkaskúlanum, har ein lærari er um hvørjar 24 næmingar. Á Velbastað eru tríggir lærarar um tey higartil fimtan børnini.

Umframt Sharon Weiss, sum er skúlaleiðari, og Eyðbjørg Dalsgaard, starvast eisini Kári Sverrisson í frískúlanum. Hann gongur seinasta árið á læraraskúla, og var seinasta skúlaár í praktikk í skúlanum á Velbastað, har Sharon undirvísti. Nú er hann í praktikk í frískúlanum, samstundis sum hann eisini virkar sum lærari og undirvísari.