Spor

Onkuntíð verður soleiðis tikið til orðanna, at hann ella hon hava sett djúp spor eftir seg.

 

Frits Johannesen



Her hevur orðið spor tann týdning, at tað er ein, sum hevur gjørt vart við seg á onkran hátt t. d. í felagskapi, í bygdini, umborð á skipi: Hann var ein raskur maður og góður at vera saman við, ella tekur tú eina kvinnu, sum altíð rætti eina hjálpandi hond, har ið á stóð, kundi verið sagt: Hon setti djúp spor eftir seg, hon rætti mongum eina hjálpandi hond. Verður hugsað um politikk, er hetta eisini galdandi t. d. at Oluf Palme setti djúp spor eftir seg. Eisini tá ið nortið varð við kommunalan politikk, vildi verið natúrligt at onkur skaraði fram úr og hevði eitt gott orð á sær og setti spor eftir seg.

Dooris Bloom, listakvinna fødd 1954 í Johannesburg, hevur málað ein málning, sum ber heitið: Exclusively Worn by Chiefs ( Einans borin av høvdingum). Myndin er stór: 175 x 465 cm, og er sum mangar myndir hennara ein frasøgn (boð) við suðurafrikanskum sporum.

Sært tú myndina sæst beinanvegin, at her eru litir, ið eru tengdir at urgróti og oyðimarkarljósi. Ljósabrúnt ljós, sum ber reydligan dám við sær og í støðum er ljóst skar er í myndini. Stendur tú eina løtu framman fyri hesi frálíku mynd, síggjast spor í myndini, sum greiða sína søgu. Doris Bloom sigur, at hon ikki hevur læst seg fasta í ávísum føstum sporum, men letur, tann sum hyggur fara víðari í skaldskapinum ? seta dám á mynduna við sínum tankum og hugsan, leggja sítt afturat tí duldarfulla, rúkandi skaldaeimin, sum er í teimum teknum og tekjum, ið røra seg í hesi mynd.

Meðan hugt verður, kann myndin virka sum eitt ikon ? hon letur upp fyri tær eina suðurafrikanska verð, har farvegur av fóti førir aftur til urtíðina (hellumyndir). Høvdingar sita kring eldin á víðavangi undir víðum lofti og hava sína kvøldsetu - greiða frá farnum døgum - um kempur og kappar og brøgd teirra. Í onkrum helli situr høvdingin stillur, friðarligur og rættir hondina varisliga fram. Onkur trælkvinna fer eftir onkrum góðum løgi til ovastan. Steinar og grýti verða til fólk, stór høvd og kroppar, sum vaksa út úr oyðimarkarsandinum. Helli og bóltsteinar verða til dýr ? áarross og krokudyllur. Eg haldi, myndin er sum amboðsbreddin á telduni ? ein ikon, sum hevur tað teknið ? "Opna" ella "Vís" og verður fingurin settur á, so sært tú spor í myndini, og tú kanst uttan himpr leggja tin dám afturat, so er myndin tin.

Meðan hugt varð at hesi mynd rann í hugan kommunuvalið. Nú er tað so av. Eftir stendur ein mynd í huganum av kvinnum og monnum , sum hava verið á tí kommunala skýggjanum í nakrar dagar. Tað kennist eins sum við myndini hjá Doris Bloom, at øll valevnini eru farin inn í tann kommunala ljóst morreyða vøllin og eru bert tekn, tekin og spor eftir á hesi kommunalu boðannarmynd. Hugsar tú teg eitt sindur um, síggjast kallar og konur vappa, stinga strútin út undan onkrum steini, garði ella heyggi serliga tey, ið fingu flestar atkvøður. Tey smæðast ikki burtur, og halda seg at hava rætt til borgmeistara- ella bygdarráðsformanssessin. Meðan onnur, ja, tey vilja bara vera har í kommunumyndinini. Tey hava eins stóran týdning fyri heildina(myndina), sum høvdingurin hevur. Í tí demokratisku myndini hevur hann eina atkvøðu eins og øll hini.

Onkur er komin uppí, hevur fingið so fitt av atkvøðum, at hann ella hon eru við. Hóast tey ikki klára síni egnu viðurskifti ? ikki kunnu brúkast nakrastaðni, ja, so eru tey sloppin upp í part, lat okkum siga í tann morreyðasta partin, har tey skulu stýra mær og tær, hava okkara pening um hendi í hesi alføgru mynd. Møguleikin er eisini har, at tey heldur ikki duga at skriva, men tey eru við og fáa kanska heldur ikki so sørt av atkvøðum. Jú einastaðni stendur skriva: Fólkið fær, tann tey velja.

Soleiðis hevur verið, og soleiðis fer tað altíð at verða. Einastaðni stendur skrivað, at eingin treyt í so máta er fyri at verða uppstillaður. Tú skalt bert vera limur í eini kommunu. Onkur limur hevur flutt seg úr eini kommunu í aðra. Kanska fyri at stuðla onkrum valevni, ella at sleppa frá at verða uppstillaður á síni egnu heimrust.

Onkunstaðni síggjast kommunnal valevni reka, ikki seyð, men reka fólk á valg. Biðja tey velja seg, tí so nógv stendur upp á spæl, at tey eru tann stóra kommunala frelsan. Hetta er so fitt og ein demokratiskur rættur, tú hevur. Einki ilt um tað. Um frelsan var stór ella lítil, vita vit ikki fyrr enn til næsta val.

Í grýtunum hómast eisini tey valevni, sum ikki komu innum. Eitt sindur skuffað kanska tey eru, men ikki so nógv, at lívið steðgar upp. Tey eru eins og smílandi sum áður, og hava tað kanska upp aftur betri enn tann, sum gongur við einum borgmeistara í búkinum, og má kasta burtur, tí sessurin var latin einum, sum var komin í níggjunda mánaða. Borgmeistarafostrið er farið oman eftir á og liggur steindeytt undir onkrum moldbakka, sum ein rukkulakki. Ligg so har.

Myndin gert meiri og meiri livandi, nú rópa nøkur upp um bólk. Summi vilja verða saman, men onnur vilja ikki verða saman_.. saman um hvat? Um tú skalt hava ein tveytumma ella trítumma vatnleiðing, ella eina breyt, sum er 1,5 m ella 2 m breið, ella ein barnagarð, sum rúma kann 20 børnum ella 22 børnum, eldrabýli við 15 ella 18 fólkum, keið við atløgu uppá 5m ella 17m dýpi ella berghol, sum eru so djúp og breið, at alt kann rúmast í holunum. Vit skulu leggja saman við granna- kommununa , nei, vit leggja ikki kommunurnar saman, ? men til endans so semjast valevnini antin at gera bólk ella ikki at gera bólk _. og velja sín bygdráðaforman(bgm.).

Tað var øðiligt at vera miðskeiðis í myndini. Sjógvarnir gingu høgt, og brotini vóru bæði krøpp og brøtt, men tá ið tú nærkaðist tí niðara, eystara partinum, stingur ein seiðalygn seg upp. Har liggja nógvir bátar og dyrgja. Seiðurin kastast, og øll eru samd og glað, tí friður valdar sjálvt í eini seiðalygn. Teir kommunalu bátarnir eru ikki sørir. Øll royna at fáa mest burturúr, hóast truplar samráðingar um formanssessir, nevndarsessir og mál. Sporini hava verið mong og tung, men sigast má, at tann kommunala boðannarmyndin hevur verið so sprellivandi,_.. og tað er gott. Nú er bara eftir at syfta.

Hevði onkur annar hugt at myndini hjá Doris Bloom, hevði okkurt annað komið burturúr. Hetta var so tað, ið lúrdi í grýti og gróti hesa skammu stund framman fyri myndini: Exclusively Worn by Chiefs, sum kan síggjast á Vejle kunstmuseum.