Skal eittans fakfelag seta dagsskránna í heilsuverkinum frameftir?

Í sambandi við at visjón 2015 er løgd fram fyri almenningin við millum annað egnari heimasíðu, eru mong føgur orð at lesa, og mangar frálíkar ætlanir eru stungnar út í kortið

Vegna nevndina í Almanna- og heilsurøktarafelagnum
Majbritt Mohr, forkvinna


Visjónin um vælferð er sett upp í 12 punkt. Burtur úr hesum kunnu vit nevna vælferðarráð, framtíðar eldrarøkt, heildarpsykiatriska ætlan og framtíðar heilsuverk. Fert tú inn at leita undir framtíðar heilsuverk, stendur: settur verður ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólkur at skriva frágreiðing um tað primera heilsuverkið, og hvussu hetta kann samskipast við tað sekundera heilsuverkið, við grundarlagi í áliti um framtíðar heilsuverk, sum ein arbeiðsbólkur í løtuni arbeiðir við.
Nevndin í Almanna- og heilsurøktarafelagnum heldur tað vera ógvuliga óheppið, at forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H. Dalsgaard, er sett í hesa nevnd. Havandi í huga, at tað eru nógvir fakbólkar, ið mynda heilsuverkið, er tað óskiljandi, at fakfelagsforkvinnan hjá sjúkrarøktarfrøðingunum skal sita í slíkum bólki og gera álit um framtíðar heiluverkið í Føroyum. Ferð eftir ferð hevur hon alment havt at øðrum fakbólkum í heilsuverkinum. Hon leggur teir millum annað undir ikki at megna at røkja ávísar uppgávur, teir annars eru útbúnir til.
Í sambandi við lógina um heilsuútbúgvingarnar til heilsuhjálpara og heilsurøktara hevur Jana H. Dalsgaard gjørt viðmerkingar, ið tala fyri seg um áskoðan hennara um heilsurøktarar. Í 8 síðu longu viðmerkingunum spyr hon millum annað:  Er endamálið við at økja heimildirnar hjá heilsurøktarum í enn størri mun, at skifta sjúkrarøktarfrøðingar út við heilsurøktarar ? .
Í nýggju lógini fáa heilsurøktarar ikki víðari heimildir, enn teir áður hava havt, og hevði Jana kunnað seg betur um nýggju lógina, hevði hon eisini dugað at sæð hetta. Men viðmerkingarnar benda greitt á, at hon óttast, at heilsurøktarar taka yvir alt arbeiðið hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Harumframt mælir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í viðmerkingunum, frá at seta á stovn útbúgvingina til heilsurøktara . Áhugavert hevði tí verið at fingið at vitað, um Jana kann ímynda sær, at heilsurøktarar yvirhøvur skulu starvast í føroyska heilsuverkinum.
Viðvíkjandi útbúgvingini til heilsurøktara kunnu vit upplýsa, at hon er komin ístaðin fyri útbúgvingarnar til sjúkrahjálpara, pleygara, røktarheimsassistent og ítrivsvegleiðara. Hesar útbúgvingar hava vit ikki kunnað fingið í Føroyum, men flestu limir okkara hava nomið sær hesar útbúgvingar í Danmørk. Millum 160 og 180 fólk við áðurnevndu útbúgvingum, og umleið 150 onnur við heilsurøktaraútbúgving úr Danmørk, starvast nú í almanna- og heilsuverkinum her á landi.


Burtur úr rúgvuni av arbeiðsplássum har áðurnevndu fakbólkar starvast, kunnu vit nevna:
- somatiskar og psykiatriskar sjúkrahúsdeildir
- ellis- og røktarheim
- sambýli og dagtilhald

Til tess at lýsa, hvussu ómetaliga vítt heilsuverkið fevnir fakliga, loyva vit okkum her at endurgeva tvey áhugaverd reglubrot, ið eru tikin burtur úr visjónsætlanini:
Heilsuverkið er skipað í primera og sekundera heilsuverkið. Tað primera heilsuverkið er í høvuðsheitum kommunulækna-, heilsufrøði- og sjúkrakassaskipanin, apoteksverkið, og viðgerðarstovnar annars, so sum rúsevnisstovnar og umlætting. Tað sekundera heilsuverkið er í høvuðsheitum sjúkrahúsini og serviðgerð uttanlands.
Eftir politiskari og fakligari ætlan verður støðugt arbeitt við at tillaga føroyska heilsuverkið, so vit framhaldandi kunna tryggja føroyingum nøktandi heilsutænastur á so nógvum økjum sum møguligt. Talan er bæði um viðurskiftini innanhýsis á teimum trimum sjúkrahúsunum, millum tey 3 sjúkrahúsini, viðgerðarstøð uttanlands og ikki minst millum tað primera og sekundera heilsuverkið.
Við støði í viðmerkingunum, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hava um lógina um heilsuútbúgvingarnar, sum snøgt sagt eru skelkandi at lesa, ivast nevndin í Almanna- og heilsurøktarafelagnum stórliga í, um Jana H. Dalsgaard í hesi nevndini megnar at røkja sína uppgávu til fulnar: Nevniliga at síggja allar fakbólkar í heilsuverkinum sum møguligar uppgávuloysarar, og sum eitt tilfeingi í føroyska heilsuverkinum.
Almanna- og heilsurøktarafelagið heitir á tey, ið varða av heilsuverkinum, um at loyva øðrum viðkomandi fakbólkum at vera við í tilrættaleggjanini av heilsuverkinum. Bert soleiðis tryggja vit, at allar eindir í Føroyska heilsuverkinum fáa best hóskandi fakbólkar í starv og harvið brúkt sítt tilfeingi á skilabesta hátt.