Eftir at tað í 16 ikki hevði eydnast Tottenham at basa grannunum úr Chelsea, bragdaði tað sunnudagin, tá dystur var á White Hart Lane – tað er vøllurin, sum Chelsea-fjepparar hava rópt fyri three-point-lane.
Hesa ferð vórðu tey trý stigini tó verandi hjá Tottenham. Claude Makelele legði annars Chelsea á odda, men tá Tottenham alt fyri eitt svaraði aftur við stútara frá Michael Dawsons, sá aftur javnari út. Tað hevur ljóðað, at Chelsea í januar fer at keypa Aaron Lennon úr Tottenham fyri á leið fjóðring milliard krónur, men enn ger ungi kanspælarin sítt besta fyri Tottenham. Hesa ferð fekk hann fatur á einum innleggi frá Robbie Keane, og so stóð 2-1 á talvuni. Hóast Chelsea-liðskiparin, John Terry, varð rikin av vølli fyri at fáa reytt kort, so løgdu gestirnir trýst á seinastu løtuna, men støðan stóð tó ikki til at broyta, og so mátti Chelsea taka til takkar við næsta tapinum hetta kappingarárið.