Fer at viðgera yvirgang

Tá hann fær orðið á Fólkatingi, ætlar Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður, sær at viðgera tann partin av røðuni hjá forsætisráðharranum, sum snýr seg um føroyska luttøku í stríðnum móti yvirgangi

 

Politikkur



Tað mest áhugaverda, sum forsætisráðharrin segðium Føroyar í setanarrøðuni var, at vit verða drigin upp í stríðið móti altjóða yvirgangi, heldur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður.

Tá Jóannes Eidesgaard fær orðið undir viðgerðini av setanarrøðu forsætisráðharrans í Fólkatinginum, fer hann at viðgera tann partin av røðuni, sum snúði seg um føroyska luttøku í stríðnum móti altjóða yvirgangi.

Jóannes Eidesgaard, sum var staddur í Bretlandi, tá Fólkaingið varð sett, hevur lisið røðuna hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra.

Serliga hevur hann, sum vera man, lagt seg eftir tí, sum hevur við Føroyar at gera.

Tað er ikki stórvegis annað, enn vanligt hevur verið, sigur Jóannes Eidesgaard, sum forsætisráðharrin sigur um Føroyar í røðu síni.

Men tó verður nomið við, at Føroyar eiga at luttaka aktivt í altjóða stríðnum móti yvirgangi. Og tað málið heldur Jóannes Eidesgaard vera so áhugavert, at hann ætlar sær at viðgera tað, tá hann fær orðið á Fólkatingi.


Líkir

Jóannes Eidesgaard var staddur á landsfundi hjá bretska Arbeiðaraflokkinum, tá Fólkatingið varð sett.

Eftir at hava lisið hoyrt bretska forsætisráðharran, Tony Blair, og lisið røðuna hjá Nyrup, sigur Jóannes Eidesgaard, at teir eru rættiliga líkir í síni støðutakan til tað, sum hent er í seinastuni.

Tony Blair var sera avgjørdur, tá hann talaði á landsfundinum, sigur Jóannes Eidesgaaard. Har var eingin seming at hóma yvirhøvur. Yvirgangur skal takast álvarsliga og má steðgast.

Tað nam serliga við, tá hann segði, at 80 prosent av øllum heroini, sum selt verður á gøtunum í bretsku býunum, kemur úr Afganistan, og at talebanarnir fíggja síni vápnakeyp við pengum hiðani.

Tony Blair hevur markerað seg sera væl í hesum kjakinum, sum komið er upp eftir hendingarnar í USA tann 11. september, sigur Jóannes Eidesgaard, sum sigur seg vera inspireraðan av Blair á bretska landsfundinum.


Nevndin í lagi

Jóannes Eidesgaard sigur annars um røðuna hjá forsætisráðharranum, at hann tekur undir við, at ein embætismannanevnd verður sett at viðgera yvirtøkuætlaninar hjá landsstýrinum, soleiðis um Frank Jensen, løgmálaráðharri, og nú eisini bæði løgmaður og varaløgmaður mæla til.

Um tað er ein felags nevnd ella ein donsk og ein føroysk nevnd, hevur fyri so vítt ikki tann stóra týdningin, bara arbeiðið veðrur gjørt til lítar, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað, sum er allarmest umráðandi beint nú, er at vit koma væl frá byrjan, sigur hann.

Hann heldur eisini, at tá Høgni Hoydal nú mælir til at seta eina føroyska og eina danska nevnd, merkir tað, at hann »er komin upp á betri tankar«, sum Jóannes Eidesgaard tekur til.

Jóannes Eidesgaard lesur røðuna hjá forsætisráðharranum soleiðis, at hann er sinnaður at gera broytingar í Heimastýrislógini fyri at koma víðari í sjálvstýrisgongd føroyinga.

Hetta er tað, sum Javnaðarflokkurin fyrr hevur lagt upp til, og tí tekur formaður floksins sjálvandi eisini undir við. Men hann ivast í, um landsstýrið er til reiðar til hesa loysnina enn, sigur hann.

?Hetta er eitt stríðsmál, sum Nyrup nú leggur upp til, men eg meti tað vera skilagott at broyta Heimastýrislógina, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður, í viðmerking til setanarrøðu forsætisráðharrans á Fólkatingi.