Karsten Hansen: ? Onki láglønarsamfelag

- trygg arbeiðskor og tryggur búskapur er endamálið

Ongin harmast meira enn undirritaði um, at ósemja valdar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið um nýggjan sáttmála. Tá ein arbeiðssteðgur er íkomin, verða støðurnar hjá báðum pørtum sjálvsagt hvestar. Tiltøk raka onnur, ið ikki eru beinleiðis partar av ósemjuni, og støðan kann gerast spent.

Eg fari ikki her at gera viðmerkingar til sjálvan arbeiðssteðgin og tiltøkini ? tað er sagt aðrastaðni ? og hetta skal loysast eftir spælireglunum.


Úlvurin í leikinum

Eg má góðtaka ? eins og flokkur mín og landsstýrið ? at fáa nógvar skolur og atfinningar um støðuna. Eg havi týðiliga fingið leiklutin sum úlvurin í hesum leiki, og tað er jú ikki óvanligt. Tað er eisini væl skiljandi, at fólk seta hesar sáttmálasamráðingar í samband við onnur viðurskifti í samfelagnum ? eitt nú tingmannalønir, sáttmálan hjá Føroya-Tele, pensiónsspurningin, fullveldismálið o.s.fr. Nógv royna sjálvsagt at fáa partapolitiskan vinning burturúr støðuni. Hesi dúva uppá, at fólk eru stuttmint, men tað geri eg ikki. Um tú heldur, at fólk eru stuttmint, so hevur tú eisini lyndi til bert at arbeiða stuttskygt.


Tveir leiklutir

Júst hetta er kjarnin í hesum máli. Eg skilji væl fakfeløgini og ta ónøgd, sum hevur valdað seinastu mongu árini. Tað lættasta fyri meg persónliga og fyri stuttskygd partapolitisk áhugamál, hevði sjálvsagt verið at spælt leiklutin sum tann, ið uppá eitt knapt ár vildi gera alt gott aftur, sum kreppan elvdi til. Men tann lætta loysnin er sum kunnugt sjáldan tann rætta. Vit mugu og skulu arbeiða við longri ætlanum, og vit skulu nústaðni veruliga til at arbeiða okkum úr kreppuni.

Eg ynski at skapa trygg og góð arbeiðskor fyri øll í almennum starvi. Spurningurin er bara, hvussu hetta verður gjørt. Sum landsstýrismaður í fíggjar- og búskaparmálum eri eg ikki ein ?vanligur? arbeiðsgevari. Eg havi í høvuðsheitum tvey atlit at taka og tvær ábyrgdir at røkja:

1.At skapa trygg og mennandi lønar- og arbeiðsviðurskifti hjá alment settum, so vit í felag fáa tænt landsins áhugamálum. Her eru áhugamálini hjá landsstýrinum og starvsfólkunum í veruleikanum tey somu.

2.Í øðrum lagi havi eg ábyrgd fyri fíggjarmálum landsins og búskapargongdini sum heild, vegna allar føroyingar ? eisini teimum alment løntu.


Framtíðar politikkur

Avgerðirnar hjá mær í sáttmálasamráðingunum mugu vigast í mun til bæði hesi atlit. Eg skal tí gera greitt, hvørji tey politisku endamálini eru, og hvussu tey eru grundað:


?Framtíðar menning Føroya skal byggjast á vinnur, ið krevja vitan og útbúgving ? altso menniskjaligt tilfeingi. Tí er ongin ætlan ella nøkur framtíð í at tosa um nakað láglønarsamfelag í Føroyum.

?Gongdin síðani kreppuna hevur verið eitt langt tak fyri, at almennu lønirnar skuldu koma uppaftur á 1993-støðið. Tí er tíðin sjálvandi komin til at leggja ein langtíðarpolitikk fyri almenna arbeiðsmarknaðin.

?Vit skulu bjóða almennum starvsfólkum trygg arbeiðs-, útbúgvingar, pensións,- og lønarviðurskifti, sum ikki bara í reinari løn, men tilsamans eru kappingarfør mótvegis okkara grannalondum.

?Landsstýrið ynskir sjálvsagt at betra korini og arbeiðsumstøðurnar á almenna arbeiðsmarknaðinum. Men hetta má gerast soleiðis, at vit kunnu tryggja eina javna gongd í lønarviðurskiftinum í framtíðini. Fólk hava jú upplivað seinastu mongu árini, hvussu tey vórðu skerd frá degi til dags.

?Vit skulu hava ein sterkan og vælvirkandi almennan sektor. Tað er fortreytin fyri at menna Føroyar sum eitt nútímans samfelag í altjóða heiminum, og tað er fortreytin fyri at menna okkara vinnuliga grundarlag og at gerast kappingarfør í altjóða høpi.

?Til tess at fáa ein betri og effektivari almennan sektor, er ikki talan um at skerja og kvetta burturav nøkrum í óðum verki. Ein betri javnvág millum almenna sektorin og vinnulívið krevur ein longri útvikling, har vinnuliga virksemið í landinum økist í mun til almenna virksemið. Og tað er alneyðugt, at vinnulívið og tað almenna gera greitt, hvørjar uppgávur skulu røkjast av báðum pørtum fyri at skapa karmar um menningina.

?Endamálið er ein búskaparpolitikkur, har vit í góðum árum styrkja búskapin og landskassan fyri at kunna standa ímóti skerjingum, tá búskapurin hevur afturgongd. Tað meti eg, gagnar eisini almennu lønarviðurskiftunum.


Snøgt sagt: Endamálið er at skapa trygg og mennandi arbeiðskor og ein tryggan búskap. Eg ivist ikki í, at vit finna semjuna, sum kann tryggja hesi áhugamál, uttan at kroysta hvønn annan í einfaldar svart-hvítar leiklutir.


Karsten Hansen

landsstýrismaður