fegnast um, at eg arbeiði saman við Mark Hughes aftur, sigur Gunnar. Spurdur, nær føroyingar kunnu vænta at síggja Gunnar á besta liðnum hjá Manchester City, svarar ungi føroyski málverjin, at tað er ein [...] Hitchcock. Heimasíðan skrivar, at Gunnar er sera spentur uppá at gerast partur av hópinum hjá teimum ljósabláu í Manchester. – Hetta er veruliga eitt stórt felag, og tað er gott at koma her og kenna onkran. [...] fólk vænta av mær. Eg eri veruliga spentur, tí eg veit, at venjarnir trúgva upp á meg, so eg ætli mær at arbeiða hart í felagnum. Hetta tykist at verða eitt felag, sum hevur stórar framtíðarætlanir, sigur
hondverkari var tað nærlagt hjá honum, at hyggja at hvørjum tilfari tørvur var á í Føroyum, hvar rætta góðskan var at finna og har prísurin var tann rætti. Hetta var at finna í Litava. Altjóða góðkenning Av [...] visti Toni, at vindeygu og hurðar var ikki nógv útboð av og valdi hann so at byrja við tí. Fann røttu verksmiðuna ið bæði hevði DVC góðkenning og ISO 9001 góðkenning. -Eisini gingu teir við til at tillaga [...] almesta tilfarið á føroyska marknaðinum kom, og legði seg so eftir at finna røttu verksmiðuna. Fyritøkan byrjaði í 2004, og las Toni Dam tá, at stórur partur av tilfarinum vit síggja í Skandinavia í dag kemur
Tí er tørvur á at samstarva við fleiri lond og at hjálpa menningarlondum at styrkja teirra førleika at taka lut í samstarvinum, sigur Fiskimálaráðið. - Ráðharrarnir vóru samdir um at skipa fyri eini felags [...] arbeiðnum verður at skipa sporføri fyri at avmarka marknaðaratgongdina hjá fiski, sum er fiskaður ólógliga, uttan at leggja forðingar fyri lógliga fiskaðan fisk. - Ráðharrarnir staðfestu, at ólógligi fiskiskapurin [...] samstarv ímillum londini í Norðuratlandshavi hevur ført við sær, at seinastu tvey árini er ránsveiðan munandi minkað, men enn er neyðugt at vera á varðhaldi, er niðurstøðan hjá Tórbirni Jacobsen, fiskim
halda brunnin verða sera áhugaverdan, hava víst stóran áhuga fyri at keypa seg inn í loyvið. So møguliga fara vit í næstum at frætta, at enn eitt oljufelag verður partur av hesi spennandi boring. Um sama [...] boringina møguliga eisini til at taka støðu til ein útbygging. Sostatt kunnu vit siga, at við komandi boriprogramminum hjá Stena Carron er ein spennandi kós løgd fram móti at útbyggja tvær nýggjar oljukeldur [...] stendur eisini greitt, at Chevron umhugsar at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum við sama bomriskipi antin í 2009 ella 2010. Stjórin í Chevron hevur gjørt greitt, at langtíðarleigan av Stena
ar og fari frá, uttan so, at málið hevði stóran týdning ella, um viðurskiftini gjørdu, at tingið bleiv óarbeiðsført. Í staðin er løgmaður komin í ta støðu, at hann er við at gera eina nýggja meirilutasamgongu [...] fyri at stýra víðari við eini minnilutastjórn, tað vil siga við sitandi landsstýri, Hendan møguleika hevur løgmaður ikki brúkt. Í staðin hevur hann brúkt tíðina – næstan 14 dagar – til at royna at útvega [...] skuldi víst, at hann tordi at taka avbjóðingina, men tað gjørdi hann ikki, og tí fær hann uppaftur størri trupulleikar við sínum nýggja formaliseraða meiriluta, enn hann hevði við tí gamla. At teir so eisini
d. Fylgjan av tí er eyðsæð, at henda púra skeiva og misfataða sparing hevur havt við sær, at bygningarnir eru hættisligir at vera í. Veljararnir høvdu sjálvandi væntað, at hetta nýggja tingið og landsstýrið [...] á Reynatúgvu hava, at ein at heimsins longstu og dýrastu undirsjóvartunlum skal gerast í einum av heimsins minstu londum. Uppundir seinasta løgtingsval lovaðu allir kandidatarnir, at nú skuldi vend koma [...] Men, nei! Harafturímóti er landsstýrið nú um at koma í minniluta, tí at Gerhard Lognberg ikki fær ein undirsjóvartunnil fyri knappa milliard samstundis við, at ráð eru ikki til 30 milliónir til heilsuverkið
Vøkur orð Fólkaskúlalógin frá 1997 staðfestir, at Uppgáva fólkaskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir [...] . Og hetta skal gerast við at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína samkenning, sítt hugflog og hug at læra, og at teir kunnu venja síni evni [...] Finnur Helmsdal sigur í lesarabrævi sínum, at hóast vit hava nógvar góðar skúlar og dugnaligir lærarar, so eru tað nógv børn í Føroyum, sum als ikki fáa møguleika at læra, búnast og mennast. - Fólkaskúlin
vikuskiftisskeið er ein góður háttur at læra joga at kenna, og gevur høvið at fara í dýpdina hjá teimum, sum kenna tað frammanundan, sigur Manijeh Elsa Modi. Hon sigur, at á skeiðinum fæst gott innlit í likamligu [...] Swami Janakananda, sum fer at leiða skeiðið, sigur, at undirvísingin er skipað soleiðis, at tú kanst fáa eina greiða uppliving av, hvussu joga virkar. - Vit hava tíð til at fara í dýpdina við nógvum av [...] sum vit júst hava lært. Tí er tað eisini ein fortreyt, at fólk luttaka allar tímarnar. Harafturímóti nýtist teimum ikki at vera í góðum formi ella at hava kunnleika til joga frammanundan, sigur hann. Skeiðið
men tað tykist greitt, at ikki allir teir, sum í ár hava verið partur av Skála liðnum, fara at spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála næsta ár. [...] var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, at AB fyri fleiri umførum síðani hevur sagt farvæl og mentalt er farið at fyrireika seg til avbjóðingina at endurvinna plássið í bestu deildini. Stórt korter [...] strikuna. So kendist tað sum um, at spurningurin var svaraður, hvør skuldi vinna stigini. Spenningurin snúði seg síðstu løtuna um, hvørja endaplasering tey trý stigini fóru at bera við sær. Tað lagaði seg
kurin var stóri taparin á valinum. Tí má viðurkennast, at løgmaður hevur dugað væl at telva fyri í heila tikið at kunna halda fram. Men spurningurin er hinvegin, um løgmaður hevur selt seg ov dýrt. Ja [...] ikki mætari út enn, at løgmaður hevur tømt løgmansembætið og skal formaður Javnaðarfloksins skal standa á odda fyri einum løgmansráð, ið als eingi mál hevur at umsita? Sum vit duga at síggja er bert samskipandi [...] fingið løgmálaráðið, ið ikki kann sigast at vera tað mest spennandi ráðið, serstakliga eftir, at kommunumál eru flutt til Fíggjarmálaráðið. Hetta kann merkja, at samgongan sum frálíður verður Javnaðarflokkinum