LÝSINGARTILFAR
Import varð sett á stovn í 2004. Import, við handverkaranum Toni Dam á odda, sá frá fyrsta degi, hvaðani almesta tilfarið á føroyska marknaðinum kom, og legði seg so eftir at finna røttu verksmiðuna.
Fyritøkan byrjaði í 2004, og las Toni Dam tá, at stórur partur av tilfarinum vit síggja í
Skandinavia í dag kemur úr Baltisku londunum. Við bakgrund sum
hondverkari var tað nærlagt hjá honum, at hyggja at hvørjum tilfari tørvur var á í
Føroyum, hvar rætta góðskan var at finna og har prísurin var tann rætti.
Hetta var at finna í Litava.
Altjóða góðkenning
Av góðum royndum visti Toni, at vindeygu og hurðar var ikki nógv útboð av og valdi hann so at byrja við tí. Fann røttu verksmiðuna ið bæði hevði DVC góðkenning og ISO 9001 góðkenning.
-Eisini gingu teir við til at tillaga vindeyguni til tey
heilt ekstremu veðurviðurskiftini vit hava í Føroyum. Her tosa vit um pakningin,
Skrúir, fugir, galvaniseringar osfr. Hetta merkir samstundis at okkara
vindeygu og hurðarnar hava verið í einari støguari menning. Í dag má sigast
at komi er á mál, sigur Toni Dam, virkandi leiðari á Import.
Klædningur uttan viðlíkahald
Í 2005 kom so viðlíkahaldsfríði klædningur. Meira enn nakað annað tilfar, megnar hesin at standa móti teimum ekstremu veður viðurskiftunum í Føroyum.
Harðbæra veðurlagið hevur havt við sær, at vit føroyingar seta strong krøv og ikki góðtaka hvat sum helst, tá vit keypa nýtt tilfar.
Klædningurin hevur nú verið á teimum fyrstu húsunum í Føroyum í skjótt fimm ár,
og eisini hevur hann verið festur á kuplunum á Sornfelli í skjótt fýra ár.
Allar royndir at testa klædningin hava víst serstakliga góð úrslit. Hetta hevur
ført við sær at føroyingar veruliga hava tikið hann til sín. Hann hevur bæði
hitan og sjarmuna av vanligum træi men ikki vansarnar við at hann skal
málast.
Eisini til Íslands
-Fyri góðum hálvum øðrum ári síðan byrjaðu vit at selja vindeygu og hurðar í
Íslandi eisini. Hetta hevur gingið javnt framá síðan og síggja vit stórar
møguleikar har, sigur Toni Dam
-Fyritøkan hevur eitt slagorð ið er "bíligari, betri,
beinleiðis". Um ein skal liva upp til hetta setur tað stór krøv til
fyritøkuna og hetta er júst tað vit alla tíðina fokusera uppá. Vit standa tí
við, at vit til ein og hvørja tíð kunnna bjóða bestu góðskuna til bíligasta
penga.
Import, hevur lagt seg eftir tí viðlíkahaldsfríða tilfarinum, ið teir meta er
framtíðin. Toni Dam byrjaði einsamallur í 2004 við virkseminum, og eru tey í dag fýra fólk í føstum starvi, umframt at ein er í hálvari tíð.
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo









