Samstundis var greitt, at løgmaður ikki hevði fingið nakran meiriluta ímóti sær, tí øll andstøðan segði frá, at hon ikki – í øllum førum í løtuni – vildi seta fram misálit á løgmann. Løgmaður hevði tí møguleika fyri at stýra víðari við eini minnilutastjórn, tað vil siga við sitandi landsstýri, Hendan møguleika hevur løgmaður ikki brúkt. Í staðin hevur hann brúkt tíðina – næstan 14 dagar – til at royna at útvega sær ein nýggjan avgjørdan meiriluta. Í skrivandi løtu sær út til, at nýtt samgonguskjal, sum teir rópa “samstarvsavtalu” er við at vera liðugt skrivað.
Framvegis verður støðan rópt ein “kulturbroyting” og nakað heilt nýtt í føroyskari politiskari søgu, tí nú skulu vit hava eina minnilutastjórn í Føroyum. Menn, sum taka soleiðis til orðanna, gloyma bara, at við mannagongdini seinastu tvær vikurnar verður ikki talan um eina minnilutastjórn, men um eina meirilutastjórn. Einasti munurin er, at tann eini flokkurin ikki hevur nakað landsstýrisumboð.
Um Jóannes Eidesgaard helt fram við eini minnilutastjórn, so kunngjørdi hann tað og bað ikki nakran av andstøðuflokkunum um serligan trygdareið, hvørki skrivliga ella munnliga. Hann skuldi bert sagt frá, at hann helt fram so leingi hann ikki hevði meiriluta ímóti sær, og landsstýrið arbeiddi víðari við teim málum, sum vóru á skránni eftir teim ætlanum, sum landsstýrið hevði. Uppskotini komu síðani í tingið, og har skuldu so landsstýrisumboðini søkja sær neyðturviligan meirluta fyri sínum politikki. Hetta skuldi gerast saman við tí ella teimum politisku flokkum, sum vóru mest positivir fyri loysn av viðkomandi máli. Okkurt mál vildi helst falli í tinginum, men løgmaður skuldi ikki tikið avleiðingarnar og fari frá, uttan so, at málið hevði stóran týdning ella, um viðurskiftini gjørdu, at tingið bleiv óarbeiðsført.
Í staðin er løgmaður komin í ta støðu, at hann er við at gera eina nýggja meirilutasamgongu við skrivligum ásetingum og undirskrivtum millum fýra flokkar heldur enn teim trimum, hann hevði frammanundan. Samstundis heldur hann hinar báðar stóru andstøðuflokkarnar uttanfyri, og so hava vit somu støðu sum frammanundan. Parlamentarisman og vanliga demokratiska ávirkanin er rokin. Eingin nýskapan er í eygsjón. Arbeiðast (og klandrast) skal víðari, nú við fýra flokkum og 18 tingmonnum, móti áður trimum flokkum og 17 tingmonnum, sum skulu semjast og garantera meirilutan, áðrenn nakað verður lagt fram.
Tað var løgmaður, sum skuldi víst, at hann tordi at taka avbjóðingina, men tað gjørdi hann ikki, og tí fær hann uppaftur størri trupulleikar við sínum nýggja formaliseraða meiriluta, enn hann hevði við tí gamla. At teir so eisini eru farnir at samráðast um tað tekniska og slíkt smáputl sum at endurvelja løgtingsnevndirnar vísir bara, hvussu stutt menn eru komnir.










