Ránsveiðan í Norðuratlantshavi munandi minkað

Umfatandi samstarv ímillum londini í Norðuratlandshavi hevur ført við sær, at seinastu tvey árini er ránsveiðan munandi minkað, men enn er neyðugt at vera á varðhaldi, er niðurstøðan hjá Tórbirni Jacobsen, fiskimálaráðharra eftir fund millum fiskimálaráðharrarnar á Malta í hesi vikuni

Hesi seinastu tvey árini er ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi minkað munandi.

Tað er niðurstøðan á fundi á Malta fyrr í hesi vikuni ímillum fiskimálaráðharrarnar í londunum í Norðuratlantshavi.

Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at tað er umfatandi samstarvið ímillum londini kring Norðuratlantshavið og í gjøgnum NEAFC og NAFO um eftirlit, sum hevur elvt til, at ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi munandi minkað.

Her er serliga talan um kongafisk í Irmingarhavi og tosk í Barentshavi.

- Tó eru framvegis neyðugt at vera á varðhaldi og at styrkja samstarvið enn meira, serliga við lond í Asia og Afrika, har fiskur úr Norðuratlantshavi eisini verður avreiddur.

Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, var við á fundinum á Malta, saman við ráðharrunum úr Kanada, Noregi, Íslandi og Grønlandi, umframt umboðum fyri Russland.

Verturin fyri fundin í ár var ES kommisserurin fyri fiskivinnumál, Joe Borg, sum sjálvur er av Malta.

Stríðið imóti ólógliga fiskiskapinum hevur staðið við í nøkur ár og nógv framstig eru gjørd, men hetta er ein tilgongd, sum má halda fram.

Næstu stigini í hesum arbeiðnum verður at skipa sporføri fyri at avmarka marknaðaratgongdina hjá fiski, sum er fiskaður ólógliga, uttan at leggja forðingar fyri lógliga fiskaðan fisk.

- Ráðharrarnir staðfestu, at ólógligi fiskiskapurin í Norðuratlantshavi er ein heimsumfatandi trupulleiki. Samstundis sum havnirnar í Evropa eru stongdar fyri skipum, sum fiska ólógliga, verður fiskurin nú avreidd í Vesturafrika og í Asia. Tí er tørvur á at samstarva við fleiri lond og at hjálpa menningarlondum at styrkja teirra førleika at taka lut í samstarvinum, sigur Fiskimálaráðið.

- Ráðharrarnir vóru samdir um at skipa fyri eini felags alheims ráðstevnu at seta gongd á víðkaða samstarvið.

Á fundinum á Malta fingu ráðharrarnir eisini kunning um seinasta nýggja í sambandi við veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri fiskivinnu.

Í hesum sambandi greiddi Tórbjørn Jacobsen í stuttum frá um veðurlagsráðstevnuni í Føroyum í apríl og ætlanina at menna granskingardepil í Føroyum fyri veðurlag og havgransking.

Burðardygg gagnnýtsla av øllum havsins livandi tilfeingi varð eisini umrødd.

Í hesum sambandi var kópaveiða serliga tikin fram, og londini í Norðuratlansthavi, har kópur verður veiddur, gjørdu vart við sína ónøgd um, at ávís ES lond hava sett innflutningsbann ímóti kópaskinnum. Bæði Føroyar og onnur lond rund í Norðuratlantshavi, har burðardygg gagnnýtsla av havsúgdjórum hevur stóran týdning, fara at venda aftur til hesar spurningar á framtíðar fundum á ráðharrastigi.