Nú borar flaggskipið Stena Carron við markið

Heimsins mest framkomna boriskip, sum er bygt við serligum atliti til djúpt vatn og ringar verðurumstøður sum tær við Føroyar og Hetland, hevur nú sett borin í skamt frá føroyska markinum. Hetta kann gerast byrjanin til eina nýggja og spennandi tíð á Atlantsmótinum.

Um somu tíð sum umboð fyri italska oljufelagið ENI vitjaðu í Føroyum – hetta var í farnu viku - fyri at leggja til rættis boring á føroyska landgrunnimnum næsta ár, so hevur spildurnýggja boriskipið, Stena Carron sett borin í beint hinumegin markið. Hetta er fyrsti brunnurin, sum nýggja boriflaggskipið á Atlantsmótinum borar. Talan er um ein metingar- og avmarkingarbrunn (appraisal well) á longu kenda oljufundinum Rosebank.

 

ENI fólkini hildu fund í Havn seinasta mikudag, har komandi brunnurin á Anne Marieleiðini á landgrunninum varð á skránni. Fundur var við Jarðfeingi. Brunnurin verður tann sjeyndi leitibrunnurin á landgrunninum og hava jarðfrøðingar úr fleiri oljufeløgum, eisini feløgum, sum ikki eru við í hesi boriverkætlanini, úttalað, at hetta kanska er tann brunnurin við Føroyar, sum sær mest lovandi út, soleiðis sum jarðfrøðiligu viðurskiftini tykjast at hátta sær í undirgrundini. Og tann brunnurin, sum møguliga verður gjøgnumbrotið, sum so mong so leingi hava bíðað eftir.

 

Tað verður nýggi boripallurin West Phoenix, sum fer at bora Anne Marie brunnin helst í mei ella juni 2009. Umframt ENI eru eisini føroyska Faroe Petroleum og suðurkoreanska oljufelagið Cieco við í boringini. Sosialurin skilur, at onnur oljufeløg, sum halda brunnin verða sera áhugaverdan, hava víst stóran áhuga fyri at keypa seg inn í loyvið. So møguliga fara vit í næstum at frætta, at enn eitt oljufelag verður partur av hesi spennandi boring.

 

Um sama mundið sum røringur er í her í Havn, so er borurin umborð á boriskipinum Stena Carron farin at mæla á eini longu kendari oljuleið skamt frá føroyska markinum, ein brunnur av fleiri komandi tíðina, sum skal stuðla undir endaliga avgerðini hjá Chevron og tess partanum at byggja út Rosebankkelduna. Rosebankfundið varð gjørt nøkur ár herfyri og metingarbrunnar hava longu staðfest, at her er talan um eitt rakstrarverdugt fund.

 

Sama boriskipið, sum er farin jomfrútúr út á oljuleiðirnar við markið, skal eftir hesa fyrstu boringina á Rosebankleiðini, bora Cambobrunn, sum liggur syðri, og sum eisini er eitt rasktrarverdugt fund. Amerada Hess, Chevron og onnur feløg skulu eftir ta boringina møguliga eisini til at taka støðu til ein útbygging. Sostatt kunnu vit siga, at við komandi boriprogramminum hjá Stena Carron er ein spennandi kós løgd fram móti at útbyggja tvær nýggjar oljukeldur vestan fyri Hetland, skamt frá føroyska markinum.

 

Og við hesum í huga stendur eisini greitt, at Chevron umhugsar at bora sín fyrsta brunn á føroyska landgrunninum við sama bomriskipi antin í 2009 ella 2010.

 

Stjórin í Chevron hevur gjørt greitt, at langtíðarleigan av Stena Carron fyrst og fremst fer at fevna um at bora brunnar á Atlantsmótinum, tvs. økjunum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar.