Martin Agnarsson verður liðfelagi hjá Áka D. Samuelsen

Føroyski landsliðsspælarin í Aarhus Fremad fer nú at spæla við svenska meistaraliðnum Mjällby

Síðsta kappingarár var hann sera eyðsýndur á vinstra vongverja í Aarhus Fremad, og tað hevur ikki verið ivi um, at tað býr meiri í honum enn at spæla í næstbestu donsku deildini. Tað er føroyska landsliðsspælaran Martin Agnarsson, sum tað snýr seg um, og nú eru tíðindi í donskum miðlum um, at Martin Agnarsson fer at skifta felag.

 

Tipsbladet.dk skrivar, at tað er heilt tætt við, at alt er komið upp á pláss soleiðis, at Martin fer at flyta í svenskan fótbólt at spæla. Tað er meistaraliðið Mjällby, sum hevur keypt føroyska landsliðsspælaran, sum harvið verður liðfelagi hjá Áka D. Samuelsen, sum seinastu tíðina av álvara hevur gjørt um seg í felagnum.

 

Tipsblaðið skrivar, at svenska felagið rindar 350 túsund evrur ella stívliga 2,6 milliónir krónur til danska felagið fyri føroyska spælaran, sum bara er læknakanning frá at skriva undir við svenska felagið.

 

22 ára gamli Martin Agnarsson hevur verið í Aarhus Fremad í tvey ár, og tað er eitt ár eftir av sáttmálaskeiðnum, og nú verður hann altso seldur til svenska meistaraliðið Mjällby.

 

Martin Agnarsson flutti úr barndómsfelagnum B36 í 2022 og til Viborg í superliguni og so í 2024 til Aarhus Fremad í næstbestu donsku deildini.

 

Martin Agnarsson hevur seinastu tíðina verið fastur maður á landliðnum, har hann higartil hevur spælt 11 dystir.