Tað mundi koma óvart á mong, tá løgmaður bráddliga slepti gomlu ABC samgonguni og royndi nakað heilt nýtt og øðrvísi. Eftir eina turbulenta viku kundi løgmaður so kunngera samgonguna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Samgongan telur 17 av 33 tingfólkum tvs. minst møguliga meirilutan. Hon fevnir eisini um tríggjar flokkar, ið eru rættiliga ymiskir. Nettupp tí eru mong ørkymlað og spyrja, hvussu hesir so ymisku flokkar kunnu samstarva og reka politikk saman í sátt og semju! Tað vil tíðin so vísa.
CHE hevur kunngjørt sítt rættiliga orðríka samgonguskjal, sum í høvuðsheitum byggir á meiri samhaldsfesti, sjálvbjargni og vælferð. Vit fara at greina skjalið nærri í komandi oddagreinum. Mong spyrja, hví løgmaður vrakaði ABC møguleikan. Var tað tí at Javnaðarflokkurin kendi seg detta niður imillum tveir borgarligar flokkar? Var tað tí at løgmaður vildi royna nakað nýtt? Var tað tí, at nýggi Laksáfossvongurin í Sambandsflokkinum gjørdi lívið ov súrt fyri løgmann og hansara fólk?
Javnaðarflokkurin var stóri taparin á valinum. Tí má viðurkennast, at løgmaður hevur dugað væl at telva fyri í heila tikið at kunna halda fram. Men spurningurin er hinvegin, um løgmaður hevur selt seg ov dýrt. Javnaðarflokkurin hevur fingið sítt hjartamálsøki, heilsu- og sosialmálini, men hetta er eisini tyngsta økið. Víst varðveitir flokkurin løgmanssessin, men hvat er eftir í løgmansráðnum, tá øll uttanríkismálini eru flutt til nýggja uttanríkismálaráðið, ið Tjóðveldi skal umsita?
Tað sær ikki mætari út enn, at løgmaður hevur tømt løgmansembætið og skal formaður Javnaðarfloksins skal standa á odda fyri einum løgmansráð, ið als eingi mál hevur at umsita? Sum vit duga at síggja er bert samskipandi leikluturin eftir umframt eftirlitið við landsstýrismonnum. Hetta gevur ikki nógv rúm fyri politiskum initiativum ei heldur markeringum. Flokkur løgmans hevur so eisini fingið løgmálaráðið, ið ikki kann sigast at vera tað mest spennandi ráðið, serstakliga eftir, at kommunumál eru flutt til Fíggjarmálaráðið. Hetta kann merkja, at samgongan sum frálíður verður Javnaðarflokkinum dýrgoldin.
Tjóðveldi hevur fingið posa og sekk umframt buktina og báðar endarnar! Flokkurin fær umframt Uttanríkisráð eisini Vinnumálaráðið, Fiski- og Tilfeingismálaráðið og Mentamálaráðið. Haraftrat tingformannin, Miðflokkurin fær Fíggjarmálaráðið og týðandi formansessir í tingnevndum. Tað er so eisini ein sannroynd, at Tjóðveldi gjørdist nógv størsti flokkur.
Tað verður áhugavert at fylgja við, hvussu mótpolarnir í føroyskum politikki, Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal fara at roynast sum samstarvspartnarar. Somuleiðis hvussu hesir tríggir so ymisku flokkarnir fara at sampakka. Her kann uttan iva nógv gott spyrjast burtur úr, verða orð gjørd til veruleika. Men hvussu og ikki, so verða tað búskaparligu útlitini, sum fara at gera av, hvat CHE samgongan megnar at vísa í verki.
Sosialurin










