Hóast henda veruleika vilja Gerhard Lognberg og Páll á Reynatúgvu hava, at ein at heimsins longstu og dýrastu undirsjóvartunlum skal gerast í einum av heimsins minstu londum.
Uppundir seinasta løgtingsval lovaðu allir kandidatarnir, at nú skuldi vend koma í. Nú skuldu tunlar, vegir og havnir ikki, sum higartil, raðfestast fremst, men tað skuldu skúlar, gransking og sosial vælferð. Tað vórðu so 33 av teimum uppstillaðu valdir inn á ting uppá.
Landsstýrið varð skipað. Vón og álit veljaranna vóru hesaferð størri enn nakrantíð, tí nú væntaðu teir, at ljósið veruliga fór at verða varpað á fólkaskúlan, studentaskúlan, HF, Fróðskaparsetrið og allar skúlar í landinum. Alt skúla- og útbúgvingarverkið annars hava alt, alt ov leingi knossast undir korum, ið eru undir alt lágmark.
Sjúkrahúsverkið fær ikki uttan morð og brand tillutað teir pengar, sum tað í roynd og veru kostar. Eitt nú bygningarnir, sum hýsa tí. Tað er nakað av tí ringasta slumminum í øllum landinum, tí ov lítið verður játtað til vanligt viðlíkahald. Fylgjan av tí er eyðsæð, at henda púra skeiva og misfataða sparing hevur havt við sær, at bygningarnir eru hættisligir at vera í. Veljararnir høvdu sjálvandi væntað, at hetta nýggja tingið og landsstýrið av øllum alvi fóru í holt við hetta beinanvegin. Men, nei! Harafturímóti er landsstýrið nú um at koma í minniluta, tí at Gerhard Lognberg ikki fær ein undirsjóvartunnil fyri knappa milliard samstundis við, at ráð eru ikki til 30 milliónir til heilsuverkið, og hetta hóast vit her á landi hava av heimsins bestu undirstøðukervum.
Tann drúgvasta ferðaleiðin í landinum er suðuroyarleiðin, og tað er bara tveir tímar. Alla aðrastaðni er eingin leið, ið tekur meira enn ein tíma eftir nøkrum av heimsins bestu vegum.
Mær kemur til hugs, at Danmark og Svøríki ivaðust í eini 30 ár, áðrenn tey bæði londini fóru undir fast samband um Oyrasund.
Nakað annað, ið má falla skattaborgarunum fyri bróstið, er, at Gerhard Lognberg sigur, at myndugleikarnir hava slept Sandoynni upp á fjall.
Eru ikki hundraðtals milliónir brúktar til Skopunar havn og Gomlurætt saman við eini góðari, nýggjari ferju?
Og eitt afturat: Hvussu nógvir suðuroyingar hava biðið Gerhard Lognberg um at verja teirra áhugamál?
Lítið trúgvi eg, at suðuroyingar vilja verða blakaðir 50 ár aftur í tíðina við einum ferðasambandi um Sandoynna. Mær vitandi eru flestir suðuroyingar sera væl nøgdir við Smyril.
Nei, farið tit politikarar undir at gera politiskt tað, ið veruliga liggur á láni her í landinum, og skjótið hasi ørvitisprosjektini væl longri fram í tíðina.
So fáa vit at síggja.











