Havgranskarar mæla til, at eingin lodnukvota verður útlutað í Barentshavinum næsta ár.
- Nýggjar útrokningar vísa, at gýtingarstovnurin nú er hin minsti, sum er máldur síðan 1995.
Granskarin hjá norska Havgranskingarstovninum, Georg Skaret, sigur, at ársins mátingar vísa, at bert smáar nøgdir av lodnu eru í Barentshavinum.
Serliga í teimum vanligu gýtingarøkjunum við og kring Stórabankan vóru lutfalsliga smáar nøgdir av lodnu.
Eisini í 2025 hava granskarar mælt til, at eingin lodnufiskiskapur verður í Barentshavinum.
- Men, nú er lodnustovnurin minni enn 40 prosent av tí, hann vr í fjør, sigur norski Havgranskingarstovnurin.
Georg Skaret ásannar, at lodnustovnurin er sera lítil, men søgan hevur víst, at hann mennist aftur, um hann fær frið at byggja seg upp.












