Tvey føroyingalið vóru í leiki í týsku bundesliguni mikukvøldið.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel vunnu á heimavølli tepran 33-32 sigur á Stuttgart. Í steðginum var Kiel á odda 17-15.
Elias syrgdi fyri 10 málstigum í kvøld. Hann gjørdist við seks málum næstbesti málskjúttin hjá Kiel, og hann legði eisini upp til fýra mál.
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnu á útivølli stórsigur 38-28 á HSG Wetzlar. Í steðginum var Hannover frammanfyri við níggju málum, 19-10.
Vilhelm skoraði trý mál og legði upp til eitt mál.
HER ber til at síggja samandráttir frá sigrunum hjá Kiel og Hannover:
##med2##
##med3##












