Fótbóltur
Tað var gott lag á heimaáskoðarunum í skýlinum við vøllin á Skála leygardagin. Tað er longu langt síðani, at liðið slapp undan niðurflytingarvandanum, sum liðið var í inntil eina ferð í summar. Leygardagin vann Skála 2-0 á AB, og tað saman við úrslitum aðra staðni, sum vóru Skála til fyrimunar, bar við sær, at Skála flutti av 8. og fram á 6. pláss.
Heimaliðið var greitt omaná mest sum alla tíðina, og í løtum fluttu teir bóltin væl ímillum sín. Intensiteturin var ikki so stórur, og tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, at AB fyri fleiri umførum síðani hevur sagt farvæl og mentalt er farið at fyrireika seg til avbjóðingina at endurvinna plássið í bestu deildini.
Stórt korter var farið, tá ið miðvallarin og U21 landsliðsspælarin Levi Hanssen setti hol á, eftir at hann hevði samanspælt við stríðsmannin Boga Gregersen.
Sjey minuttir seinni var 2-0. Í tí førinum var Debus Danielsen málskjútti. Eftir horna royndi Milic ímóti málinum, og Debus stýrdi bóltin síðsta teinin inn um strikuna. So kendist tað sum um, at spurningurin var svaraður, hvør skuldi vinna stigini.
Spenningurin snúði seg síðstu løtuna um, hvørja endaplasering tey trý stigini fóru at bera við sær. Tað lagaði seg fínt fyri Skála, tá ið B71 einki fekk burturúr á heimavølli, og tá ið KÍ á heimavølli ikki megnaði at halda tørn um leiðsluna ímóti NSÍ.
Fyrstu løtuna eftir steðgin spruttaði AB ikki so lítið. Roynd hjá Allani Mørkøre, sum varð skiftur inn stutt undan steðginum, brast í træverkið aftanfyri Skála málverjan, og argjamenn komu ikki nærri enn so.
Fyrsti steðgurin hjá AB í bestu deildini er av. Nú er setningurin at endurvinna plássið í bestu deildini. Millum innføddu argjamenninar, sum fara at luttaka í tí uppgávuni, er málverjin Heðin Stenberg, sum aftur hesa ferð var millum stólparnar. Tað er greitt, at tað fara at verða útskiftingar í AB undan nýggja kappingarárinum.
Skála verður eisini í 2008 partur av teimum, sum luttaka í fremstu røð. John Petersen heldur fram sum venjari, men tað tykist greitt, at ikki allir teir, sum í ár hava verið partur av Skála liðnum, fara at spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála næsta ár.
Milic Curcic hevur seinastu árini verið drúgvur í miðverjuni saman við Rúna Rasmussen. Hann fer ikki at spæla við Skála næsta ár.
Millum yngru skálamenninir, sum royndu seg leygardagin, og sum tað fer at verða dúvað upp á næsta ár, eru Petur Pauli Mikkelsen og Erland B. Danielsen, sum hesa ferð vóru á vøllinum alla tíðina.