Gunnar til miljóningarnar í Manchester City

Manchester City-venjarin, Mark Hughes, fekk á sinni Gunnar Nielsen til Blackburn Rovers, og nú eru teir aftur í sama felag.

Ungi føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen hevur skrivað undir sáttmála við heimsins ríkasta fótbóltsfelag, Manchester City. Tað er North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu, sum hevur staðið fyri samráðingunum hjá Gunnari Nielsen.

– Slíkir møguleikar koma ikki ofta, og tá teir koma, ræður um at taka teir. Eg havi fingið ein hálvttriðja ára sáttmála, sum teir komu við, og teir góvu eitt gott tilboð. Men nú byrjar harða arbeiðið, sigur Gunnar Nielsen við Rás 2.

– Hetta er somu venjarar, sum fingu meg til Blackburn Rovers, og sum sóu møguleikarnar í mær og trúðu upp á meg. So fóru teir til Manchester City, og støðan broytist í Blackburn. Men tað, at teir nú vilja hava meg til Manchester City, gevur mær eitt ótrúliga stórt sjálvsálit.

Kappingin verður tó hørð hjá Gunnari Nielsen, tí í løtuni hevur Manchester City tríggjar málverjar til fyrstaliðið, umframt ungar málverjar. – Men tað hugsi eg ikki nógv um, eg má bara dríva á, og fegnast um, at eg arbeiði saman við Mark Hughes aftur, sigur Gunnar.

Spurdur, nær føroyingar kunnu vænta at síggja Gunnar á besta liðnum hjá Manchester City, svarar ungi føroyski málverjin, at tað er ein góður spurningur, sum honum sjálvum lysti at vita.

– Men sum eg hugsi nú, so er hetta ein fantastiskur møguleiki, og teir heinta meg ikki til felagið, bara til stuttleikar. Tað er ein grund til at teir heinta meg, og teir trúgva upp á meg. Nú ætli eg mær bara at dríva á, so mugu vit síggja hvussu langt tað ber, sigur hann.

 

Veit hvat fólk vænta

Almenna heimasíðan hjá Manchester City skrivar, at Gunnar Nielsen enn einaferð er sameindur við bæði Mark Hughes og málmansvenjaran, Kevin Hitchcock. Heimasíðan skrivar, at Gunnar er sera spentur uppá at gerast partur av hópinum hjá teimum ljósabláu í Manchester.

– Hetta er veruliga eitt stórt felag, og tað er gott at koma her og kenna onkran. Eg veit, hvat fólk vænta av mær. Eg eri veruliga spentur, tí eg veit, at venjarnir trúgva upp á meg, so eg ætli mær at arbeiða hart í felagnum. Hetta tykist at verða eitt felag, sum hevur stórar framtíðarætlanir, sigur Gunnar Nielsen við heimasíðuna hjá Manchester City.

– Eg havi møtt fólki á venjingarmiðstøðini hjá City, og eg kenni eitt veruligt samljóð í felagnum. Øll tykjast at verða glað, og seta fokus á sama mál. Hetta er eitt gott pláss at koma til. Nógvir fótbóltsspælarar høvdu givið sín høgra arm, fyri at koma í ta støðu, eg eri komin í nú. Sjálvandi er hetta ógvuliga spennandi, og eg ætli mær ikki at søpla hendan møguleikan burtur.