Zelenskyj: - Stórt álop á Ukraina í nátt

Hvørt samdøgur í heyst hevur Russland lopið á ukrainska orkukervið - og í nátt við 300 dronum og 37 rakettum

Russland hevur lopið á mál í Ukraina í nátt við fleiri enn 300 dronum og 37 rakettum.

 

Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sambært Reuters.

 

Forsetin vísir á, at russisku álopini serliga vóru vend móti undirstøðukervinum í Ukraina.

 

Ukrainski forsetin skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at Russland hvørt samdøgur í heyst hevur lopið á ukrainska orkukervið.