samdust í dag um, at HM-kappingin í fótbólti, sum í 2022 skal vera í Qatar, eigur at flytast frá summarmánaðunum til januar ella februar. Tí mælir UEFA til, at ein nevnd verður sett at kanna ymsar møguleikar [...] møguleikar fyri at flyta HM-endaspælið. Orsøkin til ynskið um at flyta HM, er øgiligi hitin í Qatar í juni og juli, tá HM plagar at vera, sum kann koma heilt upp í 50 stig. Samstundis mótmæla fleiri av stóru [...] stóru fótbóltskappingunum í Europa ætlanini hjá UEFA, tí verður HM-endaspælið flutt til januar, fer tað at kvetta kappingarárið sundur í tvey.
hevði at bera teimum ungu í ungdómstinginum - Tey duga ómetaliga væl at bera seg fram, og tey eru ósmæðin, segði Jógvan á Lakjuni. Hann heldur, at tey ungu duga eins væl og vanligu tingfólkini at fara við [...] tríggjar nevndir at viðgera uppskotini, og í morgin verða so tilmælini løgd fram, og tey ungu fólkini sleppa at atkvøða um uppskotini, segði Jógvan á Lakjuni. Løgtingsformaðurin helt, at tey ungu mundu duga [...] duga minst líka væl at fara um, sum vanligu tinglimirnir. - Tey hava verið ófør, staðfesti Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
mettu dómararnir eitt skifti, at høllin var ikki forsvarlig til at spæla hondbóltsdystir í. Tað er ikki ókent, at neyðloysnir hava verið tiknar í brúk fyri at tryggja, at tað er spælandi í høllini. Hetta [...] illa, at tað ikki er spælandi í kvøld. Tí hava dómararnir valt at avlýsa dystin í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum, sum skuldi verða millum Team Klaksvík og StÍF. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Team Klaksvík
Myndugleikarnir halda, at tað er best fyri djórini, at tey verða avlívað, meðan djóraverndarfólk eru í øðini. Tilsamans verða 10.000 vill ross avlívað, og tað verður gjørt við at skjóta tey úr luftini. [...] virðiligari fyri rossini, at tey verða avlívað, heldur enn at tey doyggja ein pínufullan deyða av svongd og tosta. Djóraverndarfólkini, sum mótmæla hópdrápinum, vísa í sínum lagi á, at nógv av djórunum bara [...] bara verða løstað av skotum, og at tey tí bara koma at pínast og ikki doyggja.
rnar ivast ikki í, at tað eru tær ógvusligu hópneyðtøkurnar, sum eru orsøkin. Ferðaráðið í New Dehli sigur, at tað eru serliga kvinnurnar, sum aftra seg við at fara til India, og at tær eru 35 prosent [...] g í fjør. Ráðið hevur eisini fingið at vita, at nógv fólk, sum høvdu bílagt ferðaseðil og uppihald, hava avlýst ferðina. Indiskir fjølmiðlar gera nógv burturúr, at upplýsingarnar hjá ferðaráðnum samsvara [...] samsvara ikki við tíðindini frá stjórnini, sum hevur sagt, at ferðavinnan stendur í blóma.
hevur søkt myndugleikarnar um loyvi at skráseta ein nýggjan flokk. Tað skrivar blaðið Aftenposten. Blaðið veit at siga, at fyribils hava myndugleikarnir sagt nei, men at Breivik vil ikki góðtaka svarið. Ætlanin [...] sambært blaðnum at stovna ein facistiskan flokk, sum á demokratiskan hátt skal taka við valdinum í Noregi. Í umsóknini skrivar Breivik, at flokkurin skal útvega sær parlamentariska undirtøku til at skipa eitt [...] norskt-norðurlendskt upprunafólkaríki í Sør-Østfold, og sum skal eita Norge-Yggdrasil. Hann skrivar eisini, at fyribils er hann einasti limur í flokkinum. Anders Behring Breivik myrdi 77 fólk á Oslo og á Utøya
tríggir flokkarnir gjørdu so av at skipa samgonguna. Formaðurin í IA, Kuupik Kleist, segði í gjárkvøldið, at hóast flokkarnir eru samdir um at skipa samgongu, er ymiskt eftir at fáa upp á pláss, og tí verður [...] Katusseqatigiit Partiiat samdust í gjárkvøldið um at skipa samgongu Atassut tók eisini lut í samráðingunum um at skipa samgongu, men í gjár boðaði flokkurin frá, at hann kundi ikki fara í samgongu saman við [...] hava flokkarnir ikki gjørt av, hvussu tað nýggja landsstýrið skal mannast. Eisini verður arbeitt við at umskipa verandi aðalráð.
Ginsburg. Hon hevur gjørt av, at sølan skal ógildast, meðan rætturin kannar, um tað er neyðugt við hoyringum í sambandi við, at nakrir pensjónskassar hava mótmælt, at Fiat sleppur at keypa Chrysler. Pensjón [...] døgum síðani segði stjórnin í Washington, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um arbeiðið at selja Chrysler verður seinkað, ella forðingar verða lagdar í vegin. Men tað fekk ikki stórvegis ávirkan á h [...] Hægstirættur í USA hevur steðgað royndini at lata italsku fyritøkuna Fiat keypa ta stóru amerikonsku bilverksmiðjuna Chrysler Avgerðin hjá rættinum kom eitt sindur óvart á fleiri, tí fyri nøkrum døgum
íslendska Altinginum liðug at viðgera uppskotið um at søkja um limaskap í ES í dag Árni Þór Sigurðsson, sum er er formaður í uttanríkisnevndini, sigur við fjølmiðlarnar, at ætlanin er at leggja seinastu hond [...] var í mai, at stjórnin legði fram uppskot um at taka upp samráðingar við ES um limaskap, men undir viðgerðini í Altinginum legði andstøðan sítt egna uppskot fram. Stjórnin hevur seinni sagt, at tað besta [...] besta er, um nevndin kann samansjóða bæði uppskotini. Árni Þór Sigurðsson sigur, at gongst sum ætlað, kann Altingið viðgera uppskotið í morgin ella fríggjadagin.
gjarnar at forða einum norðurkoreonskum álopi á oyggjarnar Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, ásannar, at amerikanska stjórnin kennir seg ikki heilt trygga, nú tað er komið fram, at Norðurkorea [...] til at seta ta serligu THAD-rakettverjuskipanina upp á Hawaii-oyggjunum umframt nýggja radaraútgerð. Robert Gates segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at eftir hansara tykki er USA væl útgjørt til at verja [...] Norðurkorea kann finna uppá at søkja at Hawaii-oyggjunum við einari ella fleiri rakettum. Tí hevur amerikanska verjan sett tiltøk í verk, sum skulu forða einum tílíkum álopi, sigur verjumálaráðharrin. Millum