Inuit Ataqatigiit, Demokraterne og Katusseqatigiit Partiiat samdust í gjárkvøldið um at skipa samgongu Atassut tók eisini lut í samráðingunum um at skipa samgongu, men í gjár boðaði flokkurin frá, at hann kundi ikki fara í samgongu saman við Demokratunum. Hinir tríggir flokkarnir gjørdu so av at skipa samgonguna.
Formaðurin í IA, Kuupik Kleist, segði í gjárkvøldið, at hóast flokkarnir eru samdir um at skipa samgongu, er ymiskt eftir at fáa upp á pláss, og tí verður tann endaliga semjan ikki greið fyrr enn í morgin, segði hann.
Eitt nú hava flokkarnir ikki gjørt av, hvussu tað nýggja landsstýrið skal mannast. Eisini verður arbeitt við at umskipa verandi aðalráð.










