Talan var um ein bil, sum koyrir út á vegin og har førarin metir, at hann kláraði tað, áðrenn mótkoyrandi bilurin kom. Men tað gekk ikki, og óhappið hendi. Tí er talan helst um eitt víkiskylduóhapp, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
– Tey fýra fólkini, sum vóru í bilinum, vóru flutt á Landssjúkrahúsið, men vit vita ikki enn, um tey hava fingið skaða, ella hvønn skaða, sigur vaktleiðarin.
Annars hevur ikki tað nógva verið á skránni hjá løgregluni sambært samdøgursfrágreiðingini hjá løgregluni.











