Dysturin millum Team Klaksvík og StÍF avlýstur

Mansliðini hjá Team Klaksvík og StÍF sleppa ikki á vøllin í kvøld

Badmintonhøllin í Klaksvík lekur so illa, at tað ikki er spælandi í kvøld. Tí hava dómararnir valt at avlýsa dystin í bestu hondbóltsdeildini hjá monnum, sum skuldi verða millum Team Klaksvík og StÍF.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Team Klaksvík hevur trupulleikar av høllini. Í fjør vóru somu trupulleikar, og tá mettu dómararnir eitt skifti, at høllin var ikki forsvarlig til at spæla hondbóltsdystir í.

 

Tað er ikki ókent, at neyðloysnir hava verið tiknar í brúk fyri at tryggja, at tað er spælandi í høllini. Hetta hevur tó ikki riggað í kvøld, og dysturin millum Team Klaksvík og StÍF er tí avlýstur.