Hægstirættur í USA hevur steðgað royndini at lata italsku fyritøkuna Fiat keypa ta stóru amerikonsku bilverksmiðjuna Chrysler Avgerðin hjá rættinum kom eitt sindur óvart á fleiri, tí fyri nøkrum døgum síðani segði stjórnin í Washington, at tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um arbeiðið at selja Chrysler verður seinkað, ella forðingar verða lagdar í vegin.
Men tað fekk ikki stórvegis ávirkan á hægstarættardómaran Ruth Bader Ginsburg. Hon hevur gjørt av, at sølan skal ógildast, meðan rætturin kannar, um tað er neyðugt við hoyringum í sambandi við, at nakrir pensjónskassar hava mótmælt, at Fiat sleppur at keypa Chrysler.
Pensjónskassarnir halda ikki, at teirra áhugamál eru nóg væl vard við søluni.