Gongst sum ætlað, verður uttanríkisnevndin hjá íslendska Altinginum liðug at viðgera uppskotið um at søkja um limaskap í ES í dag Árni Þór Sigurðsson, sum er er formaður í uttanríkisnevndini, sigur við fjølmiðlarnar, at ætlanin er at leggja seinastu hond á viðgerðina á fundinum, sum verður í kvøld.
Tað var í mai, at stjórnin legði fram uppskot um at taka upp samráðingar við ES um limaskap, men undir viðgerðini í Altinginum legði andstøðan sítt egna uppskot fram. Stjórnin hevur seinni sagt, at tað besta er, um nevndin kann samansjóða bæði uppskotini.
Árni Þór Sigurðsson sigur, at gongst sum ætlað, kann Altingið viðgera uppskotið í morgin ella fríggjadagin.