Tað situr enn í Morten Rutkjær, sum er grønlendskur fótbóltslandsliðsvenjari, at norðuramerikanska fótbóltssambandið (Concacaf) vendi tumlinum niður fyrst í juni í mun til at taka Grønland upp sum lim.
Tað sigur landsliðsvenjarin við TV 2 Sport.
- Grønland kann ongantíð nakrantíð spæla almennan altjóða dyst nú. Tað er ótrúligt. Tað er synd fyri børn og ung í Grønlandi, at nú einki er at spæla og droyma um. Vit halda ikki, at tað er rættvíst, at vit eru útihýst frá fótbóltinum, sigur Morten Rutkjær.
Tað var á eykastevnu í Concacaf 9. juni í Miami í USA, at tey 41 limalondini skuldu atkvøða um upptøkuna hjá Grønlandi. Concacaf fevnir um Norður- og Miðamerika umframt Karibia.
Sambært grønlendska landsliðsvenjaranum var talan um eitt nei frá øllum 41 londunum.
- Eg hevði í øllum førum væntað, at vit fingu at vita, hvat vit skuldu arbeiða við, fyri at vit kortini kundu gerast limir. Men tað, at vit fingu avvísing upp á 10 linjur uttan grundgeving, er nakað, sum eg eri ørkymlaður av, sigur hann við TV 2 Sport.
Sambært landsliðsvenjaranum søkti Grønland eftirfylgjandi svari uppá, hvørt Fótbóltssambandið kundi gjørt nakað øðrvísi í tilgongdini, sum hevði gjørt landið betri fyri.
- Tey svaraðu, at tey høvdu fylgt mannagongdini, har øll limalondini fingu møguleika at atkvøða á kongressini. So var alt gjørt rætt. Og so ynsktu tey okkum "góða eydnu" í framtíðini, sigur Rutkjær.
Hetta merkir, at Grønland framvegis ikki hevur limaskap í einum meginlandsfótbóltssambandi og bert kann spæla venjingardystir, sum ikki eru partur av altjóða fótbóltssambandinum FIFA.
Grønland kann heldur ikki luttaka í undankappingum.
Við sínum tilknýti til Danmark vildi tað verið eyðsæð, at Grønland eins og Føroyar hoyrdi til evropeisku fótbóltssamgonguna UEFA.
UEFA krevur tó, at eitt limaland skal vera limur í ST. Tað eru hvørki Grønland ella Føroyar.
Tað kravið hevur Concacaf ikki, og tí søkti Grønland um upptøku har, men uttan at tað eydnaðist.
/Ritzau/