Útflutnings­virðið hjá ferða­vinnuni er nú 1,4 milliardir

Ferðavinnan styrkti sína støðu sum triðstørsta útflutningsvinna í Føroyum í 2025.

Fyribilstøl frá Hagstovu Føroya vísa, at útlendsk ferðafólk góvu góðar 1,4 milliardir í útflutningsvirði í 2025, samanborið við 1,3 milliardir í 2024, tá ferðavinnan stóð fyri 7,6% av samlaða føroyska útflutninginum (2025 tølini fyri samlaða útflutningin eru ikki tøk enn).

 

Talið av ferðafólkum hevur staðið í stað seinastu trý árini, við uml. 130.000 ferðafólkum árliga. Hóast tað, vaks umsetningurin við útvið 100 mió. kr í 2025, samanborið við árið fyri, orsakað av fleiri flogvegis gestum, ið hava hægri nýtslu og sum heild steðga longri, enn tey ið koma sjóvegis. Í 2025 komu uml. 70.000 flogvegis og 60.000 komu sjóvegis, samanborið vð 65.000 flogvegis og 65.000 sjóvegis árið fyri.

 

##med3##

 

”Eg fegnist um, at vit miðvíst fáa hægri úrtøku úr hvørjum ferðafólki. Tað at vit hava fingið nógv fleiri ferðavinnutilboð seinnu árini, ger at ferðafólkini steðga longri og sostatt leggja enn meiri eftir sær enn áður”, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

 

Hagstovan hevur á fyrsta sinni eisini savnað tøl inn fyri stutttíðarleigu (airbnb, booking vm.), og visa tey tølini á eina sølu á 160 mió. kr., deildar út á 1200 útleigaðar eindir kring alt landið. ##med2##

##med4##

 

Nærri kunning um hagtølini fæst í ársfrágreiðingini hjá Visit Faroe Islands fyri 2025, ið sæst her: https://issuu.com/visitfaroeislands/docs/visit_faroe_islands_rsfr_grei_ing_2025?fr=xGAEgASgBPf81NTU

 

##med2##